09.05.2025 · Løgmansskrivstovan

Kongshjúnavitjan verður í juni

Kongshjúnavitjan verður í juni

Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í døgunum 11. til 13. juni.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðan tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

"Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroya sum kongshjún. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kunnu kongshjúnini gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum".
Aksel V. Johannesen, løgmaður

Høvuðsstaðurin, Suðuroy og Eiði

Á ferðini vitja Kongshjúnini í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Hjúnini fáa møguleika at uppliva føroyska mentan, náttúru og at heilsa upp á føroyingar í øllum aldri. Kongshjúnini fara av landinum aftur fríggjadagin 13. juni. 

Nærri kunning um vitjanarstøð og skrá kemur seinni. 

Kunning til miðlar

Miðlar, ið ætla at fylgja vitjanini, skulu í seinasta lagi tann 23. mai boða Bjarna Arge, kunningarráðgeva, frá á bjarnia@tinganes.fo

Mynd: ©Kongehuset/Steen Evald (krevur loyvi at nýta)