25.05.2022 · Løgmansskrivstovan

Kærleiki, nærleiki, tryggleiki

Kærleiki, nærleiki, tryggleiki

Børnini og ungdómurin er lykilin til góða samfelagið!

Tí skulu tey hava okkara fulla uppmerksemi, tey skulu trívast, og tey skulu loftast, soleiðis at tey ikki koma í trupulleikar.

Hetta var høvuðsboðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á stórari ráðstevnu um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Lívdini í gjár.

Á ráðstevnuni vóru í minsta lagi 250 fólk. Millum hesi vóru fakfólk, politikarar, embætisfólk og onnur áhuga.

Ráðstevnan bygdi á heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu, sum var latin løgmanni í vár. Nógvar góðar greiningar av avbjóðingunum og ítøkilig uppskot til batar komu fram.

Økið er stórt og komplekst, amboðini eru fjølbroytt, men endamálið er greitt, sum løgmaður tók saman um at enda:

"Vit skulu geva ungdóminum hópin av kærleika, hópin av nærleika og hópin av tryggleika. Soleiðis kunnu vit syrgja fyri, at so fá sum gjørligt detta niður ímillum."

Politiska skipanin fer nú at arbeiða víðari og gera av, hvørji átøk skulu fremjast fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum.

Les setanarrøðuna hjá løgmanni her.

Ráðstevnan verður tøk at síggja sum video her á síðuni.