29.03.2019 · Løgmansskrivstovan

Játtanarkarmar: Við ábyrgd skal land byggjast

Játtanarkarmar: Við ábyrgd skal land byggjast

Játtanarkarmar: Í uppskotinum um játtanarkarmar tekur Landsstýrið støði í, at stóra búskaparliga framgongdin heldur fram.

Tað verður ein sterkur búskapur, sum samgongan letur teimum, sum skulu stjórna landinum komandi valskeið. Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú uppskotið um játtanarkarmarnar fyri næstu fimm árini er lagt fram.

Trivaligt avlop

Eftir ætlan fer landskassin at hava avlop komandi ár upp á eina hálva milliard krónur. Eftir átta ár á rað við halli, hevur samgongan við at halda aftur, vísa varsemi og við skilagóðum íløgum tryggjað eitt trivaligt avlop síðan 2016.

Størsti parturin av avlopinum verður brúktur til at gjalda skuld niður, meðan ein partur verður brúktur til at seta av ímótí verri tíðum.

”Vit vita, at eftir góðar tíðir koma verri tíðir. Tí er tað umráðandi, at vit halda aftur í góðum tíðum, so vit kunnu minka um sveiggini og gera verri tíðirnar betri. Í Føroyum hava vit sjáldan stýrt nóg væl í góðum tíðum. Lagt uppfyri og gjørt neyðugu broytingarnar, áðrenn búskaparliga illveðrið er brostið á aftur. Tað hava vit megnað hetta valskeiðið, og tað eri eg sera fegin um, vísir løgmaður á.

Raðfesta vælferð

Við at halda aftur og vísa varsemi hetta valskeiðið, er borið okkum til at gera raðfestingar, sum koma vanliga føroyinginum til góðar. Hetta valskeiðið hevur samgongan raðfest átøk, sum fyrst og fremst hava stimbrað fólkavøkstur, eina økta vælferð og eitt javnari og meira samhaldsfast samfelag.

Komandi árini raðfestir samgongan  útbúgvingarøkið, almannaøkið og ikki minst heilsuøkið, sum fær omanfyri 70 milliónir krónur meira í 2020.

”Tú fyrireikar teg ikki til framtíðina bara við at rinda skuld ella seta pening til síðis. Tað er eisini neyðugt við skynsomum raðfestingum í fólkið og vælferðina. Í játtanarkørmunum hesaferð eru fleiri fjølbroyttar raðfestingar, sum miðvíst bæði tryggja eitt meira samhaldsfast samfelag og framhaldandi fólka- og búskaparvøkstur.

Komandi árini verða fleiri útbúgvingar settar á stovn. Eisini verður peningur settur av til pensjónistar, soleiðis at hjún sjálvi kunnu velja, um teirra pensjónir skulu mótroknast.

Neyðugt at halda fast og halda fram

Samgongan hevur alt valskeiðið lagt seg eftir, at øll átøk á vælferðarøkinum skulu vera fíggjaði. Tað ber ikki til at raðfesta uttan at fíggja. Tað ber ikki til at skapa fólkavøkstur, økja vælferðina, niðurrinda skuld og at leggja pening til síðis, uttan at tað verður rindað til felagskassan.

“Hetta er ikki tíðin til at geva ófíggjað lyfti. Ella at minka gjøldini hjá fiskivinnuni ella alivinnuni niður í einki. Og at hótta við at rulla verandi skipanir aftur. Hetta hóttir okkara sterka búskap. Hóttir okkara vælferð. Hóttir okkara samhaldsfesti og hóttir okkara framtíð.”, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Skulu komandi árini eisini roynast væl, krevst, at tað verður hildið fast um nýskipanirnar, skynsama fíggjarpolitikkin, har peningurin verður lagdur til síðis til verri tíðir, og at kósin móti einum samhaldsføstum, javnari og tíðarhóskandi samfelagið heldur fram.

Stór framgongd hetta valskeiðið
  • 2.800 fleiri fólk í Føroyum
  • Búskapurin vaksin 3,5 mia. kr.
  • Avlopið hjá landskassanum táttar í hálva aðru milliard krónur
  • 3000 fleiri løntakarar
  • Arbeiðsloysið minkað úr 2,2% niður í 1,1%
  • Vinnan metstór avlop
  • 800 fleiri vinnufeløg