08.05.2025 · Løgmansskrivstovan

Íslendski forsætisráðharrin á vitjan í Føroyum

Íslendski forsætisráðharrin á vitjan í Føroyum

Sunnudagin vitjar forsætisráðharri Íslands, Kristrún Frostadóttir, við fylgi í Føroyum. Kristrún er 36 ára gomul og er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingin, sum á valinum í desember 2024 gjørdist størsti flokkur.

Hetta er sostatt hennara fyrsta vitjan í Føroyum sum forsætisráðharri. 

Á skránni sunnudagin er millum annað fundur í Bø og vitjan í Koltri.

Um kvøldið verður farið til hondbóltslandsdyst við Tjarnir.  Mánamorgunin gongur leiðin inn í Eysturoynna, har forsætisráðharrin fær høvið at hoyra nærri um Eysturoyartunnilin og alifyritøkuna Bakkafrost.

Forsætisráðharrin fer av landinum aftur mánadag seinnapart.