26.01.2020 · Løgmansskrivstovan

Holocaust: Okkara skylda at minnast óskiljandi óndskapin

Holocaust: Okkara skylda at minnast óskiljandi óndskapin

Tað er okkara skylda sum menniskju og sum samfelag at halda á við at lurta, læra og minnast Holocaust. Skipaða fólkadrápið undir seinna veraldarbardaga telist millum mest andstyggiligastu og ótespiligastu brotsgerðir, sum nakrantíð eru framdar.

Í dag er altjóða minningardagur um Holocaust og øll onnur fólkadráp.

Í nógv ár hava okkara virknu áhugafelagsskapir og okkara dygga skúlaverk í Føroyum gjørt nógv burtur úr at kunna um Holocaust, tá ið 6 milliónir jødar vorðu dripnir. Hálv onnur millión vóru børn.

Sum samfelag eiga vit at standa saman um, at hesin óskiljandi óndskapurin ongantíð má verða gloymdur.

Tað er neyðugt, at komandi ættarlið fáa innlit í, hvønn týdning ráðandi virði og hugsanir hjá menniskjum kunnu hava, og hvussu hetta eisini í dag kann føra til grundleggjandi mannarættindabrot. Søgan um fólkadráp og Holocaust kann tíverri eisini sigast at vera søgan um okkara menniskju.

Fólkadráp sum Holocaust eru tíverri ikki nakað serstakt undantak, og heilt upp til okkara tíð eru fleiri fólkadráp framd. Sum dømi kunnu nevnast fólkadrápini í Kambodja, Irak, Rwanda, Bosnia, Darfur og Sýria.

Tíverri er tað framvegis soleiðis, at fólk, ið onkursvegna víkja frá, verða forfylgd og týnd – á sama hátt sum jødarnir undir seinna veraldarbardaga. Tí mugu vit sum samfelag standan saman og áhaldandi upplýsa og ávara móti hugburði og atburði, sum kunnu føra til fólkadráp.

Eitt týðandi stig á leiðini er, at Føroya løgting einmælt hevur samtykt at gera dagin til almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.

Bárður á Steig Nielsen

Løgmaður

Um minningardagin

Í dag eru 75 ár síðani, at russiskir hermenn bjargaðu fleiri 1000 fangum úr týningarleguni Auschwitz-Birkenau í Póllandi. Tann 1. november 2005 samtykti ST einmælt, við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust og øll onnur fólkadráp, frammanundan og síðan. Í fleiri londum verður dagurin brúktur til at minnast Holocaust, meðan onnur lond hava víðkað dagin til eisini at fevna um onnur fólkadráp.