Forseti Íslands, Halla Tómasdóttir, og hjúnafelagi hennara, hr. Björn Skúlason, koma til Føroya á almenna vitjan 22. til 24. juni 2026. Løgmaður er vertur fyri vitjanini.
Mánadagin verður vitjað í Tinganesi og í Løgtinginum, áðrenn løgmaður er vertur fyri veitsludøgurða á Hotel Føroyum.
Týsdag gongur leiðin í Eysturoynna, har forsetin við fylgi fáa høvið at síggja Eysturoyartunnilin, MEST á Skála, svimjihøllina í Runavík og Bakkafrost.
Seinni sama dag verður farið til Klaksvíkar, har vitjað verður hjá Edwardi Fuglø, kappróðrarneystinum og í Rótini.
Mikudagin vitja tey Hugskotið og Fróðskaparsetrið í Sjóvinnuhúsinum, áðrenn íslendsku forsetahjúnini eru vertir fyri móttøku í Norðurlandahúsinum.
Er áhugi hjá miðlum at fylgja íslendsku forsetavitjanini, kunnu tit venda tykkum til Bjarna Arge, kunningarráðgeva, á bjarnia@tinganes.fo