07.04.2019 · Løgmansskrivstovan

Grønland vertur fyri ríkisfundinum hósdagin

Grønland vertur fyri ríkisfundinum hósdagin

Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður hósdagin.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, til Grønlands.

Fundurin verður hildin í Ilulissat. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur.

Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Páll Holm Johannesen, kunningarráðgeva, á tlf. 551040