11.03.2010 · Løgmansskrivstovan
Góðir møguleikar eru fyri samstarvi millum Føroyar og USA innan reinorkuvinnu

Fyrrapartin vitjaði amerikanski sendiharrin í Danmark, Laurie S. Fulton á Løgmansskrivstovuni, har hon hevði fund við løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen.
Á fundinum greiddi løgmaður frá búskaparligu støðuni, og at Føroyar sum flestu lond í vesturheiminum standa framanfyri avbjóðingunum at fáa almenna hallið burtur. Løgmaður greiddi eisini frá teimum ætlaðu bygnaðarligu broytingunum, innan eitt nú fiskivinnuna.
Laurie S. Fulton hevði serstakliga áhuga í føroyska orkupolitikkinum og verkætlanum at menna varðandi orkukeldur og reinorkutøkni. Løgmaður vísti á, at Føroyar hava góðar fyritreytir fyri at gerast ein reinorkubúskapur. Føroyar eru eitt væl egnað samfelag til royndarverkætlanir, og at arbeitt verður at fáa eina royndarverkætlan við el-bilum til Føroyar. Løgmaður og sendiharrin umrøddu møguleikar fyri at fáa samstarv í lag millum føroyskar fyritøkur og amerikanskar fyritøkur og íleggjarar.
Komið varð eisini inn á útbúgvingarøkið. Talið av føroyingum, sum nema sær útbúgving í USA, hevur verið støðugt vaksandi seinnu árini, og í løtuni lesa 20 føroyingar í USA. Løgmaður og sendiharrin skiftu orð um møguleikarnar fyri at fáa í lag samstarvsavtalur millum Fróðskaparsetrið og amerikonsk universitet.
Amerikanski sendiharrin er á vitjan í Føroyum í hesum døgum, og í kvøld er løgmaður vertur fyri døgurða fyri sendiharranum.