14.02.2019 · Løgmansskrivstovan

Fráboðan frá samgonguni

Fráboðan frá samgonguni

Samgonguflokkarnir eru vorðnir samdir um, hvussu samstarvið verður skipað við sessum og politiskum málum, tað ið eftir er av valskeiðnum.

Framsókn fer at umsita skúlamál, tað sum eftir er av samgonguskeiðnum. Hanna Jensen skal umsita økið.

Samstundis fer Tjóðveldi at umsita mentamál, ítróttarmál og kirkjumál. Hesi málsøki fara at verða umsitin av Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

Norðurlandamál og vitaverkið verða eisini flutt til Høgna Hoydal at umsita.

Samgongan er samd um, hvørji mál hava stóran týdning at fáa framt, tað sum eftir er av valskeiðnum. Úr rúgvuni kann nevnast:

  • At seta ferð á nøkur yvirtøkumál.
  • At niðurrinda skuld, sum fellur til gjaldingar í juni.
  • Talgildi samleikin.
  • Nýggjan listaskúla á Sandi.
  • Vælferðarlógin.
  • Bústaðarpakkin.
  • Margfeldislógin.
  • Lóg um veiðigjald.
  • Húsarhaldsskúlin í Klaksvík.
  • Ítróttarháskúlin í Vági.
  • Eftirskúli á Tvøroyri.
  • At fáa longt barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum.
  • Hjálparfólkaútbúgvingin.
  • At seta borin í Dalstunnilin og Hvalbiartunnilin.

 

Ætlanin er í næstu viku at hava tíðindafund um politiska arbeiðið restina av valskeiðnum.

 

Tinganes 14. februar 2019

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður                                 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður                                            

Poul Michelsen, landsstýrismaður