29.03.2021 · Løgmansskrivstovan

Flestu koppsettu eru kvinnur

Flestu koppsettu eru kvinnur

Nógv fleiri kvinnur enn menn eru koppsettar higartil. Høvuðsorsøkin er, at kvinnur eru í stórum fleirtali millum heilsu- og røktarstarvsfólk, og at hesi vóru fyrst, tá ið koppsetingin byrjaði í vetur.

Fleiri hagtøl um koppseting eru júst blivin tøk á heimasíðuni Corona.fo. Har er koppsetingin býtt á kyn, aldursbólkar, og nær fólk eru prikað fyrru og seinnu ferð. Sí nýggju hagtølini her.

Næstan ein triðingur av teimum 85 ár og eldri hava fingið tvey prik, og eru liðugt koppsett. Hinvegin eru 3 prosent av teimum millum 15 og 24 ár liðugt koppsett.