01.07.2020 · Løgmansskrivstovan

Fleiri nýggj andlit í Dáturáðnum

Fleiri nýggj andlit í Dáturáðnum

Nú tað stundar til, at nýggj løgtingslóg um at verja persónupplýsingar kemur í gildi 1. januar 2021, hevur løgmaður tilnevnt nýtt Dáturáð at taka við frá 1. juli 2020.

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at persónupplýsingar verða viðgjørdir í samsvari við lóggávuna um at verja persónupplýsingar. Dátueftirlitið er sett saman av einum Dáturáði og eini skrivstovu. Dáturáðið er hægsti myndugleiki í Dátueftirlitinum og skal m.a. taka støðu til prinsipiell mál.

Nýggja Dáturáðið er sett saman soleiðis:

  • Helga á Borg, advokatur, formaður, og Janus Hentze í Stórustovu, varalimur
  • Brian Bischoff, nevndarlimur, og Nicolai Mohr Balle, varalimur
  • Maria Skaalum Petersen, nevndarlimur, og Marin Strøm, varalimur
  • Jóhan Lamhauge, nevndarlimur, og Beinta P. Olsen, varalimur (tilnevnd av Kommunufelagnum)
  • Birita Biskupstø, nevndarlimur, og Marius Thomassen, varalimur (tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelag)

Nýggju limirnir taka við 1. juli 2020. Tilnevningin er galdandi í 4 ár.