24.02.2022 · Løgmansskrivstovan

Flagging í Tinganesi bjóðað út

Flagging í Tinganesi bjóðað út

Løgmansskrivstovan bjóðar út uppgávuna at hava flagging í Tinganesi um hendi.

Einstaklingar, fyritøkur og fyritøkur undir stovnan kunnu bjóða uppá uppgávuna.

Avgerð um, hvør fær uppgávuna, byggir fyrst og fremst á prís, men eisini á royndir og veitingartrygd.

Tilboðsgevari skal vera til reiðar at taka uppgávuna á seg frá og við sunnudegnum 1. mai 2022.

Uppgávan er í høvuðsheitum lýst í "kunngerð nr. 52 frá 23. apríl 2003 um flagging frá landsins bygningum."

Kunngerðin byggir á "løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, sum broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 29. desember 1998."

Les meira um uppgávuna á Keypsportalinum.

Freistin at geva tilboð er týsdagin 22. mars 2022 kl. 14. Tilboð skal sendast til lms@lms.fo.

Spurningar um útboðið kunnu sendast til teldupost lms@lms.fo áðrenn 16. mars 2022 kl. 14.