12.03.2021 · Løgmansskrivstovan

Eitt ár við koronu: Álit og ábyrgd gjørdu munin

Eitt ár við koronu: Álit og ábyrgd gjørdu munin

Ein ófrættakend kensla búði í reyðu bygningunum í Tinganesi mikukvøldið tann 11. mars 2020. Ein fjáltur fyri tí ókenda. Klokkan nærkaðist midnátt, tá ið vit í landsstýrinum loksins kundu seta okkum at viðgera sera álvarsomu støðuna. Fyri at taka broddin av smittutrýstinum skuldu fleiri víðfevnandi tiltøk setast í verk. Nakrar fáar tímar seinni fóru boðini út til Føroya fólk. Boðskapurin hjá landsstýrinum dagin eftir var einfaldur: Føroyar skuldu niður í ferð.

Í dag er hetta eitt ár síðan.

Álit og ábyrgd var lykilin

Eg haldi, at vit hava lært nógv um okkum sjálvi og føroyska samfelagið í hesum koronaárinum. Politikarar, serfrøðingar, vinna, familja og borgarar hava øll fingið nýtt innlit í, hvussu okkara samfelag virkar, tá ið tað er undir óvanliga stórum trýsti.

Vit hava gjørt nógv rætt. Ætlanin við at kanna, spora og avbyrgja hevur frá fyrsta degi verið grundarlagið undir góðu gongdini.

Tað var rætt at byggja okkara koronapolitikk á tilmæli í staðin fyri lógir og forboð. Álit elvir til meira álit. Størri álit tú fært, størri ábyrgd tekur tú.

Eg eri sannførdur um, at tað hevur verið ein fyrimunur at tilmælt, heldur enn at avmarka okkara borgarar við lóg. Støðan her hjá okkum hevði ikki verið betur, um vit skiftu tilmælini út við forboð. Álitið er ein av stóru orsøkunum til, at tað í Føroyum hóast alt hevur gingist so væl at stríðst móti smittuni, hóast vit hava havt eitt opið samfelag. Betur enn aðrastaðni. Sum frá leið trúpu vit uppá, at eisini hesum kundu vit knógva.

Føroyingar hava tíbetur eitt lutfalsliga stórt álit á hvørjum øðrum, á miðlum og á myndugleikum. Kanningar vísa, at er álitið stórt í einum samfelag er lættari hjá myndugleikum at geva tilmæli og at stýra. Hetta merkir, at politiska skipanin eisini kann hava álit á, at borgarin tekur ábyrgd. Og tað hevur føroyingurin gjørt seinasta árið.

Ferð eftir ferð hevur tað víst seg at flest øll í Føroyum hava tikið rættar avgerðir í sambandi við smittuvandan. Hetta hevur verið avgerandi fyri góðu støðuna, og tað eri eg sum Føroya løgmaður sera takksamur fyri. Tað styrkir mína sannføring um, at vit standa saman tá á stendur.

Fleiri koronakanningar enn aðrastaðni

Í 2020 gjørdu Føroyar fleiri koronakanningar enn nakað annað land, samanborið við íbúgvatalið. Frá byrjan kundu vit kanna 1.000 fólk – 2 prosent av fólkatalinum – hvønn dag. Í juni 2020 fóru vit undir at kanna øll ferðandi til Føroya. Hetta setti størri krøv, og í august vaks kapasiteturin upp í meir enn 4.000 fólk um dagin. 7. august raktu vit hámarkið, tá ið vit kannaðu 4.882 fólk, tað eru 9,2 prosent av øllum íbúgvum í Føroyum.

Nógv hevur verið gjørt burtur úr okkara førleika at kanna fyri koronu – eisini uttanlands. Vit høvdu ongantíð kunnað gingið á odda á hesum øki, um tað ikki var fyri sjáldsama gott samstarv ímillum alment og privat. Ímillum Heilsufrøðiligu starvstovuna, heilsuverkið, kanningarstovuna Thetis, flutningsfeløgini og coronaráðgevingina.

Nærkast vanliga gerandisdegnum

Tann ófrættakenda kenslan og fjálturin fyri tí ókenda er ikki so sterk í dag, sum hon var fyri einum ári síðani. Hetta árið fara vit ongantíð at gloyma. Mong hava ikki havt tað lætt, og mong stríðast framvegis. Eg haldi kortini, at vit hava orsøk til at vera bjartskygd. Vit hava – næstan – sett fulla ferð á samfelagið aftur, og tað gongur rætta vegin við at koppseta. Vónandi gongur ikki ov rúm tíð til, at vit aftur kunnu liva so frítt og frælst sum vit gjørdu fyri einum ári síðan.

Føroyar hava søguliga verið gjøgnum nógvar kreppur. Teimum hava vit lært av, og tað skulu vit eisini gera nú. Eg vil fegin hava, at vit sum samfelag fara at koma styrkt burtur úr tí seinasta árinum. Lærdómurin og góða samstarvið eru virði, ið vit skulu taka við okkum frameftir.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.