14.04.2010 · Løgmansskrivstovan

Ein nýggj stjórnarskipan má samsvara við heimastýrislógina og yvirtøkulógina

Ein nýggj stjórnarskipan má samsvara við heimastýrislógina og yvirtøkulógina

Í samgonguskjalinum er avtalað, at arbeiðið við stjórnarskipanini heldur fram í grein 25 nevnd umboðandi allar flokkar á tingi. Grein 25 nevndin hevur endað arbeiðið sítt og hevur lagt uppskot til stjórnarskipan fyri Løgtingið. Nevndin sigur í viðmerkingunum, at hóast nevndin leggur eitt felags uppskot fram, eru nevndarlimir, sum í tingviðgerðini vilja gera vart við serstøðu í ávísum greinum.

 
Uppskotið, sum hevur havt fyrstu viðgerð á tingi, er nú beint til viðgerðar í eini víðkaðari rættarnevnd.
 
Arbeiðið at smíða uppskot til stjórnarskipan hevur verið bæði drúgvt og kostnaðarmikið. Tað er týdningarmikið, at vit koma á mál við hesum arbeiði.
 
Men eg haldi tað vera neyðugt sum løgmaður at gera greitt, at ein komandi føroysk stjórnarskipan má virða ta støðu, sum Føroyar hava í ríkisfelagsskapinum, ásett í heimastýrislógini og yvirtøkulógini.
 
Tí fari eg at taka upp samband við danska forsætisráðharran og umrøða spurningin, hvørt uppskotið kann sameinast við heimastýrislógina og yvirtøkulógina.
  
Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður