01.05.2019 · Løgmansskrivstovan

Dupultur ríkisborgararættur er nú veruleiki

Dupultur ríkisborgararættur er nú veruleiki

Nú verður tað møguligt hjá føroyingum at varðveita sín danska ríkisborgararætt, uttan mun til um tey flyta til eitt annað land og gerast ríkisborgarar har. Á sama hátt eru útlendingar, sum búgva í Føroyum, ikki longur noyddir at siga sín upprunaliga ríkisborgararætt frá sær fyri at gerast danskir ríkisborgarar.

Hetta er greitt eftir, at Løgtingið í gjár samtykti at dagføra lógina um ríkisborgararætt.

” Tað eru óivað nógv við mær, sum fegnast um nýggja møguleikan við dupultum ríkisborgararætti. Hetta fer at muna væl hjá føroyingum uttanlands og útlendingum í Føroyum, sum í gerandisdegnum merkja fleiri avbjóðingar, tá ið tey seta búgv, ” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Lov om indfødsret, sum er galdandi í Føroyum, hevur ikki verið broytt síðani 2014. Seinastu fimm árini er lógin broytt sjey ferðir í Danmark. Millum annað er ein broyting gjørd, sum loyvir dupultum ríkisborgararætti. Tað er serliga hendan broytingin, sum fleiri hava biðið um at fáa sett í gildi fyri Føroyar.

Tað er ilt at meta um, hvussu nógv fólk, búsitandi í Føroyum, kundu brúkt hesa skipan. Í Manntalinum frá 2011, sæst, at tað vóru 1.439 persónar, sum svaraðu, at tey høvdu annað móðurmál enn føroyskt og danskt. Hetta kann vera ein ábending um, at tað óivað eru nógv fólk í Føroyum, sum kunnu hugsast at brúka hendan møguleika, nú dupultur ríkisborgaraskapur eisini verður møguligur í Føroyum.