![Brynja norðurlendska samstarvið til broytta veruleikan](https://landsstyri.cdn.fo/savn/10226/109366_r_990_0-jpg.png?width=1024&height=576&bgcolor=fff&rmode=crop&format=jpg&s=q_M3QKMC7t6J_reO_A4mFzh9MUw)
Tað er neyðugt at brynja norðurlendska samstarvið til ein heim, sum í løtuni stendur fyri stórum broytingum og avbjóðingum. Tað heldur løgmaður, sum komandi dagarnar fer at viðgera ymisk mál á árliga summarfundinum saman við hinum norðurlendsku stjórnarleiðararunum.
Kanadiski forsætisráðharrin við
Umframt stjórnarleiðararnar í teimum átta norðurlondunum, er Justin Trudeau, kanadiski forsætisráðharrin, eisini boðin við á summarfundin í ár.
Summarfundur á Vestmannaoyggjum
Millum málini, ið eru á skrá á summarfundinum eru umhvørvi, orka og veðurlagsavbjóðingar. Spenta støðan í bæði Ukraina og Russlandi fer óivað eisini at fylla nógv komandi dagarnar.
Summarfundurin hjá norðurlendsku stjórnarleiðararunum verður í ár hildin á Vestmannaoyggjum í Íslandi.
Áland: Veronica Thörnroos
Danmark: Mette Frederiksen
Finnland: Antti Petteri Orpo
Føroyar: Aksel V. Johannesen
Grønland: Muté B. Egede
Ísland: Katrín Jakobsdóttir
Noreg: Jonas Gahr Støre
Svøríki: Ulf Kristersson