30.03.2020 · Løgmansskrivstovan

Broyttar tíðir hjá Coronalinjuni

Broyttar tíðir hjá Coronalinjuni

Frá í dag verða telefontíðirnar hjá Coronalinjuni broyttar eitt vet. 

Um tú hevur spurningar um eitthvørt, sum viðvíkur coronavirussmittuni ella íkomnu støðuni, ber til at ringja til Coronalinjuna á tlf. 30 40 40.

Ivast tú til dømis í, hvussu tú skalt bera teg at í sóttarhaldi, hvussu lønarviðurskifti nú verða skipað, tørvar tær ráðgeving í sambandi við ferðing ella okkurt heilt annað, ert tú vælkomin at ringja til Coronalinjuna.

Avgreiðslutíðirnar eru nú hesar:

  • Mánadag til fríggjadag kl. 8-16

  • Leygar-, sunnu- og halgidagar kl. 12-15