28.04.2022 · Løgmansskrivstovan

Bretar vilja styrkja samstarvið við Føroyar

Bretar vilja styrkja samstarvið við Føroyar

Bretar vilja styrkja samstarvið við Føroyar. Tað var greiða niðurstøðan á øllum fundunum, sum løgmaður í gjár hevði við bretskar politikarar í London.

Saman við Angus MacNeil, ið er formaður Føroyanevndini og Handilsmálanevndini í bretska undirhúsinum, hevði løgmaður fund við formannin í Uttanlandsnevndini í bretska undirhúsinum, Tom Tugendhat. Løgmaður greiddi frá um Føroyar, og vísti á, at frá føroyskari síðu ynskir man at betra um handilssamstarvið við Bretlandi, til gagns fyri báðar partar. Eitt nú við at fáa í lag eina betri handilsavtalu. Tugendhat gjørdi greitt, at Bretland ynskir tættari samstarv við Føroyar, og staðfesti samstundis at Føroyar hava týðandi trygdarpolitiskan týdning í Noðuratlantshavi.

Løgmaður saman við Tom Tugendhat og Angus MacNeil

Løgmaður saman við Tom Tugendhat og Angus MacNeil

Á fundinum við Føroyanevndina greiddi løgmaður frá støðu Føroya í mun til at seta handilstiltøk í verk móti Russlandi. Løgmaður gjørdi greitt, at Føroyar fylgja vesturheiminum og ES. Eisini nýtti løgmaður høvi til at greiða frá føroysku sjónarmiðunum í mun til springaradráp, og um serøkið sunnanfyri Føroyar. Eitt mál sum bretskir tinglimir hava víst serligan ans í seinastuni.

Løgmaður saman við Føroyanevndini

Løgmaður saman við Føroyanevndini

Seinnapartin hevði løgmaður fund við Bretska ráðharran Michael Gove, ið áður hevur vitjað í Føroyum. Teir umrøddu hvussu Føroyar og Bretland kunnu styrkja samstarvið í mun til handil og fiskiveiðu, men eisini í mun til dygdargóðar loysnir fyri infrakervi og telesamskifti, har Føroyar eru millum fremstu lond.

Um kvøldið skipaði Sendistova Føroya fyri serligum flaggdagshaldi, har dentur varð lagdur á bretsku hersetingina undir seinna heimsbardaga. Í røðu síni vísti løgmaður m.a. á, tað tætta søguliga samband ið er millum Føroyar og Bretland, og vísti á tann stóra týdning, ið Føroyar høvdu fyri Bretland undir seinna heimsbardaga. Serliga legði løgmaður dent á tann stóra kostnað fyri Føroyar, tá føroysk skip sigldu vandasigling til Bretlands við fiski. Føroyar mistu 25 skip og umleið 200 føroyskir sjómenn lótu lív. Meiri enn ein 20% av øllum fiskinum ið bleiv etin í Bretlandi undir krígnum, kom úr Føroyum.

Røðan hjá løgmanni kann lesast her.