19.08.2020 · Løgmansskrivstovan

Borgarin verjast móti inntrivandi yvirvaking

Borgarin verjast móti inntrivandi yvirvaking

Eingin eigur at vera fyri óneyðugari yvirvaking í almenna rúminum. Eisini skulu bæði privatir og almennir myndugleikunum greitt skelta um yvirvaking við vakmyndatóli fer fram.

Hetta eru tveir høvuðstættir í nýggja lógaruppskotinum um yvirvaking við vakmyndatóli, sum landsstýrið í dag hevur sent til ummælis.

Endamálið við uppskotinum er at tryggja eina dagførda og tíðarhóskandi løgtingslóg um yvirvaking við vakmyndatóli í Føroyum. Uppskotið tekur atlit til rættin hjá persónum ikki at vera fyri inntrivandi yvirvaking í almenna rúminum, samstundis sum neyðug atlit verða tikin til, at tað í ávísum førum kann verða neyðugt at yvirvaka m.a. fyri at økja um tryggleikan og fyri at fyribyrgja lógarbrotum.

Í lógaruppskotinum verður millum annað lagt upp til, at tað í útgangsstøðinum er bannað privatum at yvirvaka gøtu, veg, pláss ella líknandi øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu. Bara í heilt ávísum førum kunnu privat yvirvaka. Almennir myndugleikar kunnu yvirvaka við vakmyndatóli um hetta er í samsvari við dátuverndarlógina.

Landsstýrið leggur upp til, at løgtingslógin skal koma í gildi 1. januar 2021. Hetta er samstundis sum nýggja dátuverndarlógin kemur í gildi.

Uppskotið kann lesast her

Galdandi lóggáva um yvirvøku við vakmyndatóli

Lóggávan um yvirvøku við vakmyndatóli er donsk lóg frá 1982, sum bleiv sett í gildi í Føroyum í 1988. Lógin bleiv sett í gildi uttan broytingar í mun til donsku upprunalógina og hon er ikki broytt síðani. Lógin á økinum er sostatt næstan 40 ára gomul.