03.03.2020 · Løgmansskrivstovan

Borgarin fær størri gjøgnumskygni

Borgarin fær størri gjøgnumskygni

Nú verður lóggávan dagførd, sum skipar fyrisitingina hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum og fyri føroysk mál. Løgmaður hevur lagt eitt ríkislógartilmæli fyri Løgtingið, sum ger fyrisitingarlógina hjá ríkismyndugleikunum meira tíðarhóskandi.

Í høvuðsheitum er talan um fýra broytingar:

  • Nýggjar reglur um innlit: Lógin dagførir og nágreinar reglurnar um skjalainnlit. M.a. verður meirinnlitsmeginreglan lógarásett og ásett verður, hvussu viðgerðin av umbøn um skjalainnlit skal fara fram, og hvussu kærast kann í hesum málum.

  • Innlit í revsimál: Lógarbroytingin strikar reglurnar um innlit í revsimál. Reglurnar um innlit í hesi mál verða í staðin samlaðar í nýggju rættargangslógini fyri Føroyar, sum í løtuni er til viðgerðar í Fólkatinginum. Hon kemur væntandi í gildi 1. januar 2021.

 

  • Talgilt samskifti: Tað verður møguligt at áseta reglur um, at samskifti við ríkismyndugleikar kann fara fram talgilt.

  • Krav um eintýdda eyðmerking av undirskift: Tað verður ásett, at útgangandi skjøl frá einum myndugleika í avgerðarmálum skulu hava eina undirskrift, sum tryggjar eintýdda eyðmerking av tí, sum sendir skjalið.

 

Lógin fevnir um alla almennu fyrisitingina hjá ríkismyndugleikum í føroyskum málum, har ein ríkismyndugleiki hevur ella fer at taka avgerð.

“Við hesum lógarbroytingunum fáa ríkismyndugleikarnir greiðari reglur um innlit, sum eru við til at tryggja gjøgnumskygni fyri borgarar í Føroyum. Við lógaruppskotinum eru vit eisini komin á mál við dagføringini av lógum, sum áseta reglur um fyri fyrisitingina hjá ríkismyndugleikum, og hetta eri eg væl nøgdur við,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum fyrisitur løgmál í landsstýrinum

Galdandi fyristingarlóg fyri ríkismyndugleikar í Føroyum er fyriskipan nr. 1144 frá 22. desember 1993 um ígildisseting av Forvaltningsloven på Færøerne, sum fekk gildi 1. januar 1994. Lógin fyri Føroyar er broytt eina ferð við fyriskipan nr. 119 af 2. mars 1999.

Tríggjar høvuðslógir áseta reglurnar fyri fyrisitingina hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum

Tað eru tríggjar høvuðslógir, sum áseta reglur um fyrisitingina hjá ríkismyndugleikunum í Føroyum og fyri føroysk mál.

Tær eru:

  • Personsoplysningsloven, sum er fyriskipan nr. 754 frá 19. juni 2017 um ígildisseting av lov om behandling af personoplysninger for rigsmyndighedernes behandling af oplysninger på Færøerne

  • Offentlighedsloven, sum er fyriskipan nr. 755 frá 19. juni 2017 om ígildsseting av lov om offentlighed i forvaltningen for sager om færøske anliggender

  • Forvaltningsloven, sum er fyriskipan nr. 1144 frá 22. desember 1993 um ígildisseting av Forvaltningsloven på Færøerne