24.03.2021 · Løgmansskrivstovan

Betri eftirlit við hvør keypir fastogn í Føroyum

Betri eftirlit við hvør keypir fastogn í Føroyum

Nú skal tað gerast møguligt at hava eftirlit við, hvør keypir fastogn í Føroyum. Lógaruppskotið um at keypa fastogn í Føroyum er nú sent til ummælis.

Endamálið við uppskotinum er at gera tað lættari at hava eftirlit við einstaklingum og feløgum, ið hvørki hava bústað ella heimstað í Føroyum, men ætla at keypa fastogn í Føroyum. Ásetingarnar í uppskotinum skulu tryggja, at tann, sum eigur fastogn í Føroyum, annaðhvørt býr ella hevur tilknýti til Føroyar. Uppskotið skal samstundis tryggja, at talið av útlendingum, sum eiga fastogn í Føroyum ella í ávísum økjum í Føroyum, ikki verður ov høgt.

“Við hesum lógaruppskotinum vilja vit finna eina javnvág, sum hevur við sær, at møguleikin hjá útlendingum at keypa fastogn í Føroyum verður reguleraður. Øðrumegin vilja vit ikki hava, at útlendingar keypa ov nógva fastogn í Føroyum ella í ávísum økjum í landinum. Hinumegin vilja vit heldur ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum, sum er føroyska samfelagnum til fyrimuns, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tað eru í løtuni ongar føroyskar reglur um, hvør kann keypa fastogn í Føroyum. Tað stendur sostatt øllum frítt fyri – uttan mun til tjóðskap ella bústað – at keypa ella á annan hátt ogna sær fastogn í Føroyum. Fastogn skal skiljast breitt, sum hús, íbúðir, grundstykki, jørð o.s.fr.

Freistin at siga sína hugsan um uppskotið er 23. apríl 2021

Lógaruppskotið um at keypa fastogn í Føroyum kann lesast her.