10.12.2022 · Løgmansskrivstovan

Bárður á Steig Nielsen hevur biðið um at verða loystur úr starvi

Bárður á Steig Nielsen hevur biðið um at verða loystur úr starvi

Bárður á Steig Nielsen hevur í dag biðið løgtingsformannin um at loysa seg úr starvi sum løgmaður, sbrt. stýrisskipanarlógini §29.

Løgtingsformaðurin fer nú at skipa fyri formansumfari til tess at peika á nýggjan samráðingarleiðara.

Sitandi landsstýri virkar formliga sum starvsstjórn, inntil nýtt landsstýri er skipað.