11.04.2026 · Løgmansskrivstovan

Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýrinum

Almennar móttøkur fyri nýggja landsstýrinum

Mánadagin 13. apríl kl. 14.00 skipar Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku í Tinganesi, nú nýtt landsstýri verður skipað.

Móttøkur í stjórnarráðunum

Umframt almennu móttøkuna verða eisini høvi at hitta nýggju landsstýrisfólkini á móttøkum í ymsu stjórnarráðunum týsdagin 14. apríl.

Skráin fyri týsdagin 14. apríl er hendan:

09:00–09:50 Almanna- og bústaðamálaráðið (Undir Bryggjubakka 27)  
10:00–10:50 Fíggjarmálaráðið (í Fíggjarmálaráðnum í Tinganesi)
11:00–11:50 Mentamálaráðið (Smæran)
12:00–12:50 Vinnumálaráðið (Kristnastova, Gongin 20) 
13:00–13:50 Uttanríkis- og fiskimálaráðið (Loftsrúmið í Tinganesi)
14:00-14:50 Heilsu- og orkumálaráðið (Kopargøta 1)

Aðalstjórar bjóða vælkomin, fráfarandi og tilstundandi landsstýrisfólk siga nøkur orð og lata gávur, myndatøka v.m.