
Týsdagin 1. juli klokkan 17.00 skipa Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku á Vaglinum fyri U21-landsliðnum í hondbólti.
Havnar Hornorkestur spælir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, halda røður, og umboð fyri Hondbóltssambandið og umboð fyri liðið bera heilsanir fram.
Eftir hetta kunnu børn fáa plakatir og autografar frá U21-spælarunum, sum sunnudagin vunnu Føroyum bronsu í HM-kappingini í Póllandi.
Mynd: Sverri Egholm / portal.fo