27.10.2020 · Løgmansskrivstovan

Álit og ábyrgd eru lykilin til góðu koronustøðuna

Álit og ábyrgd eru lykilin til góðu koronustøðuna

Lykilin til góðu koronustøðuna í Føroyum er ein umfatandi kanningarætlan, ein áhaldandi uppsporing og avbyrging, og at vit góvu føroyingum álit og ábyrgd.

Tað var greiði boðskapurin hjá løgmanni á videofundi við hinar norðurlendsku stjórnarleiðararnar seint seinnapartin í dag. Løgmaður nýtti høvið at nema við orsøkirnar til, hví Føroyar higartil hava staðið seg so væl í stríðnum móti koronusmittuni.

"Støðan í Føroyum í løtuni er góð. Sammett við onnur lond, hava vit í stóran mun bygt á álit og ábyrgd hjá hvørjum einstøkum heldur enn at brúka eitt strangt lógarverk fyri at fáa fólk at halda seg til tilmælini. Føroya fólk og føroysku fyritøkurnar eiga stórt rós uppiborið fyri teirra áhaldni seinastu mánaðirnar, heldur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmaður vísti á fundinum á fleiri góð koronuhagtøl í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen greiddi frá, at Føroyar hava gjørt so nógvar koronukanningar, at tað svarar til tríggjar ferðir fólkatalið í Føroyum. Eisini hevur bara undir eitt prosent av fólkinum í Føroyum havt koronusmittuna higartil.

Umframt norðurlendsku stjórnarleiðararnar luttók António Guterres, aðalskrivari hjá ST, eisini á fundinum.