Løgmaður hevur í dag sett Bjarna Askham Bjarnason í starv sum aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum og Bjørgfríð Ludvig sum aðalstjóra í Vinnumálaráðnum.

Bjørgfríð Ludvig er 45 ára gomul, og er útbúgvin cand.scient.adm. Bjørgfríð Ludvig hevur seinastu seks árini virkað sum miðfyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar kommunu. Undan hesum hevur hon verið fulltrúi á Løgmansskrivstovuni, fulltrúi á Lønardeildini, serfrøðingur í menningardeildini í Føroya Sparikassa, umframt, at hon í nøkur ár var fyrisitari í Vinnuhúsinum.
