09.04.2021 · Løgmansskrivstovan

500 fólk kunnu nú savnast – heimauppihaldið verður stytt

500 fólk kunnu nú savnast – heimauppihaldið verður stytt

Fram eftir kunnu í mesta lagi 500 fólk savnast í skipaðum bólkum. Hetta er uttan mun til, um tað er uttandura ella innandura. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at spora møguliga smittu.

”Við góðu smittugongdini í huga, halda vit, at tað er ráðiligt at taka enn eitt fet ímóti einum vanligum gerandisdegi. Tað hevur ikki verið nakar smittutilburður í skjótt ein mánað, og vit nærkast trimum mánaðum síðani, at vit staðfestu koronasmittu innanhýsis í Føroyum. Teir tilburðir, ið hava verið seinastu mánaðirnar, hava allir havt samband við útheimin, greiðir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, frá.

Landsstýrið hevur eisini gjørt av at stytta heimauppihaldið fyri tey, ið ikki eru liðugt koppsett, úr seks døgum niður í fýra dagar. Heimauppihaldið er tíðarskeiðið eftir, at tú ert komin til Føroya úr útlondum. Meðan tú ert í heimauppihaldi, verður mælt til, at tú ikki fert til arbeiðis, í skúla og ikki kemur saman við øðrum fólki fyrr enn negativu kanningina á fjórða degi. Í hesum tíðarskeiði ber til at fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru.

Fremsta orsøkin til, at tað verður mett skynsamt at stytta heimauppihaldið, er, at tilgerðartíðin(inkubasjónstíðin) hjá bretska koronufrábrigdinum er styttri enn hjá vanliga koronufrábrigdinum.

Landsstýrið viðger framvegis, nær tað er ráðiligt at skipa fyri teimum stóru festivalunum. Heilsufakligi myndugleikin hevur fleiri fyrivarni, ið mugu umrøðast nærri, og tí ber ikki til at siga við vissu, hvussu verður við størru festivalunum. Miðað verður eftir at koma við einari fráboðan um størru festivalarnar um nakrar vikur.

”Tað eru fleiri spurningar, sum í løtuni eru torførir at svara. Á einum stórum festivali eru møguleikarnir at smittuuppspora sera avmarkaðir. Tað eru vanliga nógv ung undir 16 ár til slíkar festivalar, og í løtuni er ikki ætlanin at koppseta tey. Tað merkir við øðrum orðum, at tey kunnu bera smittuna. Tað hevur eydnast at avmarka COVID-19 í Føroyum, og tað skal halda fram. Okkara samfelag er lítið og viðbrekið, tí er umráðandi, at fyrilit framvegis verða tikin at fyribyrgja smittubreiðslu, vísir Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á.