Løgmansskrivstovan   >   Faroese Edition   >   Kunning   >   Søgusavnið   >   Um Tinganes

Um Tinganes

Tinganes sum tingstaður

Tinganes er millum mest sermerktu, fornríku og søguligu pláss í Føroyum. Ytst úti á Nesinum var fyrndargamli tingstaður føroyinga. Einasta kenda heimildin, sum sigur nakað um forna ting føroyinga, er Føroyingasøga.

Undir víkingatíðini (800-1050) og miðøld (1000-1556) varð tingið hildið undir víðum lofti, og hvør høvdingi og fylgi hansara hava havt sínar føstu sessir á helluni kring tingsteinin.

Landsstýrismaður leitar eftir búmerkjum

Meðan Sámal Petersen var landsstýrismaður frá 1968 til 1972, leitaði hann eftir búmerkjum og holum í Tinganeshelluni. Útfrá tí, hann fann, tulkaði og brúkti hann merkini í síni endurgerð av tinginum og løgrættinum.

Hellan á Tinganesi er munandi broytt í mun til, hvussu hon sá út av fyrstan tíð. Fyri at gera hana lættari at brúka, er hon slættað. Stórir partar eru burtursprongdir, og aðrastaðni er fylt upp við gróti og betongi. Nógv borað hol eru eisini at síggja í helluni. Nøkur hol hevur Sámal Petersen í síni endurgerð av tinginum gjørt til hol til vebandastengurnar. Tað eru stengur, sum hava hildið bondum, sum hava avmarkað tingið.

Tingseta uttandura

Løgtingið varð sett á ólavsøku, og tingsetan vardi frá tí, at sól var í eystri og til nóns. Áðrenn tingið varð sett, skuldi løgmaður gera eina girðing (veband) rundan um tingstaðið, sum teir kosnu løgrættumenninir kundu rúmast innanfyri. Innan girðingina vóru, umframt løgmann og løgrættumenn, sýslumenn, fútin, prestarnir og tingskrivarin.

Sjálv tingsetan varð hildin uttandura til 1557, tá tinghús á fyrsta sinni vóru bygd úti í Tinganesi. Seinni vóru tinghús bygd í Gongini í Havn, og har varð tingið sett til 1816, tá tað varð niðurlagt.

Tinganes sum handilsstaður

Í næstan allari Føroya søgu hevur Tinganes — tingstaðurin og handilsstaðurin — verið ein miðdepil.

Longu í Føroyingasøgu (niðurskrivað í ár 1200) verður tingstaðurin umrøddur, og vit kunnu ætla, at tað árliga tingið longu tá hevur drigið ein ávísan marknað at sær. Hesin ætlaði marknaður hevur helst bert verið tann part av sumrinum, tá fólkið var saman til ting. Onkuntíð í miðøld hevur hesin marknaður fest seg í ein handilsstað burturav, sum hevur havt fastar vørugoymslur í pakkhúsum, sum bygd hava verið úti á Tinganesi. Her lógu landsins pakkhús, og her lá handilin. Her komu skip og handlandi fólk árið runt.

Eftir at einahandilin varð avtikin í 1856, vóru ognirnar seldar á uppboðssølu til týskaran Hr. Siemensen. Hesin setti sonevnda konsul Hansen úr Suðurslesvig til forvaltara. Seinni yvirtók konsul Hansen ognirnar, men selir tær skjótt víðari til gudson sín Olaf Finsen.

Eldur í Tinganesi

Tvær ferðir hevur eldur verið í Tinganesi. Báðu ferðirnar var eldurin ásettur av útlendingum. Fyrstu ferð í 1673, tá allir bygningar uttan Leigubúðin brendu í grund. Húsini vóru millum tey elstu í Havn, og vórðu tey rættiliga skjótt reist aftur. Rætturin dømdi Peder Rasmussen, keypmann, skyldugan.

Á sumri 1950 var aftur eldur í Tinganesi. Tá var tað tann 23 ára gamli brennivargurin og hýruvognsførarin, Bjarne Christensen, sum setti eld á Vektarbúðina og Sjóbúðina. Hann játtaði seg sekan í bæði at seta eld á Tinganes og á Hotel Føroyar á sumri í 1950.  

Bygningar í Tinganesi

Bygningarnir í Tinganesi hava gjøgnum mongu árini verið brúktir til nógv ymiskt. Kongaligi einahandilin brúkti fleiri bygningar til pakkhús og handilshús. Aðrir bygningar hava verið íbúðarhús og fongsul. Vit vita eisini, at miðhæddin í Skansapakkhúsinum eina tíð var tannlæknastova hjá dananum Kåber, og at Olaf Finsen eitt tíðarskeið brúkti Salin til apotek. Tað kann leggjast afturat, at Olaf Finsen var sonur íslendingin Finsen, sum gjørdist amtmaður í Føroyum (hann bygdi amtmanshúsini). Beiggi Olaf var navnframi læknin Nils R. Finsen.

Tað elsta, vit vita er bygt úti í Tinganesi, er Munkastovan. Hon stavar frá miðøld, og í henni standa miðaldarmúrar uppi enn. Saman við Leigubúðini slapp Munkastovan snikkaleys frá eldsbrunanum í 1673.

Flestu bygningarnir í Tinganesi eru bygdir eftir 1673.

Í stuttum kann nevnast, at gomlu pakkhúsini Vektarbúðin og Sjóbúðin stava frá tíðini eftir 1673. Tað sama er galdandi fyri Sethúsini.

Skansapakkahúsið varð bygt í 1749. Upprunaliga var talan um eitt træhús á einari hædd. Síðani er bygningurin útbygdur fleiri ferðir – tann seinasta útbyggingin er frá 1907. Salurin er frá 1781 og varð bygdur á grundina, sum tann gamla Krambúðin stóð á. Salurin er sum flestu handilshúsini í Tinganes eini træhús, ið eru bygd á ein kjallara.

Bakkapakkhúsið varð bygt í 1776 sum ein uppíbygningur til Leigubúðina. Leigubúðin verður fyrstu ferð nevnd í 1619. Bygningurin hevði upprunaliga bara eina hædd. Ovara hæddin varð bygd í 1732.

Portugálið varð bygt í tveimum hæddum í 1762. Í gomlu grundini sæst millum navnið hjá lenshavaranum F. v. Gabel. Bygningurin hevur verið brúktur til bæði vaktarhús og varðhald. Seinni varð Portugálið umbygt til handil og íbúð.

Landsfyrisitingin í Tinganesi

Stutt eftir heimastýrið varð sett á stovn í 1948, flutti landsstýrið út í Tinganes, har tað er enn. Landsskrivstovan og landsstýrið leigaðu Bakkapakkhúsið úti á Tinganesi frá Tryggingarsambandinum. Í 1957 og 1958 ognaði landsstýrið sær frá Tryggingarsambandinum og øðrum privatum flestu ognirnar, sum landið í dag eigur í Tinganesi. So við og við varð flutt í tær. Løgmaður og landsstýrismenn fingu skrivstovu í Skansapakkhúsinum miðskeiðis í 60’unum.

Friðaðir bygningar

Við tað at stórur partur av søgu Føroya er knýttur at Tinganesi, og meginparturin av søguligum bygningum er her, eru nógv atlit at taka. Flestu bygningar eru í dag friðaðir.

Í fleiri ár hevur nakað av peningi verið settur av til at gera ábøtur og umbyggingar av ognunum í Tinganesi, so tær verða varðveittar sum søgu- og fornminni, samstundis sum tær eisini kunnu gerast tignarligur og nýtslugóður karmur til fyrisiting løgmans og landsstýrisins.

Umvæla bygningar

Seinastu umleið 10 árini hevur Løgtingið játtað 0-3 mió. kr. árliga á fíggjarlógini, so at partar av hesi visjón kunnu gerast veruleiki. Í 1999 varð fyrsta- og miðhæddin av Skansapakkhúsinum umvæld og broytt, so at aldagamla sniðið kemur til sín rætt, og í 2007 varð kjallaran í Skansapakkhúsinum loksins liðugur umbygdur og snøggaður til tignarliga matstovu og samkomuhøli.

Í 2009 var tí farið undir at orða eina heildarætlan við tí endamáli at fáa alt Tinganes umvælt og skipað í eini heild, so staðið kemur til sín fulla rætt sum fornminni, ið myndar okkara søgu og tjóðarsamleika, samstundis sum tað verður nýtt til stjórnarfyrisiting. Tað fer eisini at hava við sær, at Tinganes í nógv størri mun kemur ferðavinnuni til góðar.