Søgan hjá landsfyrisitingini

Landsskrivstovan

Í 1948 varð heimastýrisskipanin stovnað. Løgtingið fekk, umframt tær fyrisitingarligu heimildirnar, tað hevði havt higartil, eisini lóggávuvald í yvirtiknum málum. Landsstýrið varð sett at taka sær av fyrisitingini og setti á stovn eina landsskrivstovu, sum yvirtók virksemið hjá Løgtingsskrivstovuni. Sum skrivstovustjóri varð settur Johan Djurhuus. Landsskrivstovan og Landsstýrið leigaðu Bakkapakkhúsið úti á Tinganesi frá Tryggingarsambandinum.

Tvær stjórnarskrivstovur

Um sama mundi varð landsverkfrøðingsskrivstova við Mikkjali Helmsdal sum landsverkfrøðingi sett á stovn. Eisini skifti Færøernes Oppebørselskontor navn til Føroya gjaldstovu, sum framvegis tók sær av øllum fíggjarviðurskiftum landsins.

Skipanin var nú tann, at undir Landsstýrinum vóru tvær stjórnarskrivstovur: Landsskrivstovan og Landsverkfrøðingurin, sum virkaðu óheft av hvørjum øðrum mótvegis Landsstýrinum. Allir vanligir fyrisitingarligir spurningar og stovnar vóru undir Landsskrivstovuni, og allir tekniskir spurningar, vegir, bygningar og havnir vóru undir Landsverkfrøðinginum.

Málsøkini, sum vórðu yvirtikin, vóru í flestu førum ikki fyrisitingarliga krevjandi. Mál av serligum týdningi vóru skattamál, ávís undirvísingarøki (ikki fólkaskúlin), kommunumál, ymiskar løgtingsjáttanir, fiskivinnumál, djóralæknamál, apotekaramál, bókasøvn, byggimál og handilsmál. Sum áður tók landið sær eisini í ávísan mun av sjúkrahúsunum og telefonverkinum. Í 1956 legðist eitt stórt øki afturat, yvirtøkan av kongsjørðini. Skrivstovan hjá Jarðarráðnum varð sett at taka sær av hesum øki.

Tingmenn tóku sær í stóran mun av umsitingini í Løgtinginum sjálvir. Tó hjálpti Landsskrivstovan við at skriva lógaruppskot, veitti í ávísan mun hjálp á tingfundum, vegleiddi tingnevndir og tingmenn, gav út Løgtingstíðindi og avgreiddi endaliga samtykt tingmál. Landsverkfrøðingurin tók sær av umsitingini hjá vega- og havnanevndini hjá Løgtinginum.

Einføld fyrisiting

Skipanin á Landsskrivstovuni var einføld. Ein stjóri, nakrir fulltrúar og nøkur skrivstovufólk. Fulltrúarnir vóru ikki nógvir í tali. Fyrst í 50’unum tríggir og seinast í 70’unum einir tíggju, og umleið tað tvífalda av skrivstovufólkum. Stjórin býtti út uppgávur ímillum fulltrúarnar, sum vóru málsviðgerðar. Stjórin undirskrivaði sjálvur allan post, sum fór úr húsinum. Harafturat var hann skrivari á landsstýrisfundum. Skrivstovufólkini høvdu so at siga onga málsviðgerð. Bert arbeiði við at skriva, kopiera, skráseta og annað vanligt skrivstovuarbeiði, alt eftir nærri boðum frá fulltrúunum.

Listin yvir málsøkini, sum fulltrúarnir skuldu arbeiða við, varð javnan dagførdur og samsvaraði ikki altíð við listan hjá landsstýrismonnunum. Tað var sera vanligt, at fulltrúar høvdu málsøki hjá fleiri landsstýrismonnum, og hetta var starvsfólkið ofta ørkymlaði av, tí landsstýrismenn vildu hava fulltrúarnar at brúka orkuna til síni málsøki.

Flyta í Skansapakkhúsið

Í 1957 og 1958 ognar Landsstýrið sær frá Tryggingarsambandinum og øðrum privatum flestu ognirnar, sum landið í dag eigur í Tinganesi. So við og við varð flutt í tær. Løgmaður og landsstýrismenn fingu skrivstovu í Skansapakkhúsinum miðskeiðis í 60’unum.

Í 1960 verður á fyrsta sinni gjørd ein uttanhýsis meting av skrivstovugongdini á Landsskrivstovuni og Gjaldstovuni. Ein maður frá Forvaltningsnævnets sekretariat í Danmark fylgdi arbeiðinum í tríggjar vikur og kom við tilráðingum. Høvuðsboðskapurin var í størri mun at brúka nýggj skrivstovuamboð so sum stenslar og standardskriv. Eisini varð mælt til einfaldari mannagongd til at ávísa pening úr landskassanum

Í 1975 var gjøllig uttanhýsis kanning gjørd av landsfyrisitingini av Páll Narve A/S í Rødovre. Hon snúði seg serliga um roknskaparviðurskifti landsins og í størri mun at leggja um til EDV.

Trýstið á Landsskrivstovuna økist

Í árunum 1976-78 hendi ein munandi broyting í føroysku fyrisitingini, orsakað av at málsøki í Danmark vórðu løgd út til amt og kommunur. Fyrisitingin av skúlamálum, almannamálum og sjúkrahúsmálum varð løgd undir Landsstýrið. Postverkið varð eisini yvirtikið. Sosiala deild hjá Ríkisumboðnum gjørdist til Almannastovuna, Landsskolekonsulenten gjørdist til Landsskúlafyrisitingina, og stovnsett varð ein sjúkrahússtjóraskrivstova. At hesi stóru øki vórðu yvirtikin eftir § 9 í heimastýrislógini, sást aftur í játtanini til nevndu stovnar, men fyrisitingin á Landsskrivstovuni fekk nærum ongan fyrisitingarligan styrk.

Um sama mundi gjørdist vanligari at skipa ymisk øki við lóg og at leggja fyrisitingarligar heimildir til Landsstýrið. Tað almenna fór eisini í nógv størri mun at veita fiskivinnu og aðrari vinnu studning og veðhøld, eins og tað varð vanligt við lóg at leggja heimildir til Landsstýrið saman við løgtingsnevnd.

Trýstið gjørdist tí sera stórt á Landsskrivstovuna fyrst í 80’unum, og ikki var óvanligt at hoyra millum fólk, at ongantíð fekst svar úr Tinganesi um eitthvørt, søkt hevði verið um.

Landsskrivstovan verður umskipað

Í 70’unum varð Landsskrivstovan umskipað. Ein skrivstovustjóri, síðustillaður verandi skrivstovustjóra, varð settur at taka sær av fiskivinnu- og uttanlandsmálum. Fyrst kom Einar Kallsberg í starvið, Árni Olafsson avloysti hann, og síðan varð Kjartan Hoydal settur í hetta starv.

Í 1987 varð løgtingsumsitingin skild burtur frá Landsskrivstovuni, og stovnað varð serlig løgtingsskrivstova við Kristoffer Thomassen sum stjóra. Á skrivstovuni vórðu sett fýra skrivstovufólk, seinni vórðu eisini fulltrúar settir. Øll tænasta til tingmenn og tingnevndir varð nú løgd til hesa skrivstovu. Ávíst beinleiðis samskifti var tó framvegis millum tingnevndir og Landsskrivstovuna.

Fýra framkomin tekstviðgerðartól vórðu útvegað miðskeiðis í 80’unum, og skrivstovufólk vórðu upplærd til at nýta tey. Tað var ikki fyrr enn komið var langt inn í 90’ini, at hvør persónur fekk sína teldu og dugdi at fáast við vanlig tekstviðgerðarforrit.

Nýggjur forstjóri

Í 1987 fór Johan Djurhuus frá sum skrivstovustjóri fyri aldur. Farið varð nú undir at umskipa virksemið hjá Landsskrivstovuni. Fyritøkan Jens Bisballe planlægning varð biðin at ráðgeva. Serliga varð umhugsað ein deildarskipan á Landsskrivstovuni, ein nýggj uppseting av fíggjarlógini, og hvussu kunningartøkni best kundi nýtast í landsfyrisitingini. Í 1989 varð nýggj skipan sett í verk við hesum deildum: Fiski- og onnur vinnudeild, fíggjardeild, almanna- og heilsudeild, lógardeild, samskiftisdeild og skúla- og mentanardeild. Harumframt varð ein fyrstistjóri við eini lønar- og starvsfólkadeild undir sær. Á uttanríkisøkinum og kunningarøkinum vóru eisini tvær eindir, sum tó ikki vóru skipaðar sum deildir. Jalgrím Hilduberg var forstjóri.

Stýrisskipanin sett í verk

Í 1994 varð samtykt nýggj stýrisskipanarlóg. Størsta broytingin var, at vit í 1996 fingu landsstýrismannaábyrgd, og at tað varð gjørt púra greitt, at Løgtingið einki skuldi hava við fyrisitingina at gera. Løgtingið var lóggávuvald, og Landsstýrið kundi ikki sita, hevði tað ein meiriluta á tingi ímóti sær. Broytingin gjørdi, at har fyrisitingarvaldið fyrr hevði ligið hjá Landsstýrinum og eini løgtingsnevnd í felag, hevði Landsstýrið nú valdið einsamalt, og landsstýrismenn tóku fyrisitingarligar avgerðir hvør einsæris. Mál skuldu nú bara á landsstýrisfund, tá ið tingmál skuldu fyrireikast, ella tá ið samskipandi viðurskifti millum landsstýrismenninar gjørdu tað neyðugt.

Hildið varð, at nýggja stýrisskipanin kravdi eina umskipan av fyrisitingini. Boð vórðu send eftir skrivstovustjóra í danska uttanríkisráðnum, Finn Normann Christensen, sum varð settur sum forstjóri í eitt gott ár at skipa ein nýggjan bygnað fyri fyrisitingina.

Umskipanin í 1996 - 1997

20. mars 1996 legði Finn Normann Christensen fram uppskot um nýskipan av landsfyrisitingini. Endamálið við nýskipanini varð lýst soleiðis:

  • At skapa sterkari fyrisitingarligar eindir

  • At skapa hóskandi karmar fyri framhaldandi rationalisering av almenna geiranum

  • At skapa grundarlag fyri tryggum arbeiðsgongdum gjøgnum eitt greitt myndugleikabýti og styrkta samskipan

  • At skapa møguleikar fyri, at fyrisitingin kann røkja sínar uppgávur á ein kostnaðareffektivan hátt

Eisini varð sagt um endamálið:

udvikle forvaltningen til effektivt at betjene politikere og borgere. Forvaltningenn skal være fagligt velfunderet og være i stand til at yde effektiv indsats med høj produktivitet. Målet er at øge forvaltningens anseelse hos politikerne og befolkningen og samtidig at hæve de offentlig ansattes selvrespekt ved at varetage de offentlige opgaver på en retsikker og offentlig måde.

Amboðini at røkka omanfyristandandi málum vóru:

  • Broyttur bygnaður

  • Mannagongdir fyri at leggja mál fyri landsstýrisfund

  • Mannagongdir fyri at leggja mál fyri landsstýrisfólk

  • Skipan av einum kærustovni

  • Skipan av starvsfólkapolitikki fyri landsfyrisitingina

  • Skipan av kunningarpolitikki

Bygnaðurin skuldi skipast í seks aðalstýrir (generaldirektorat):

  • Løgmansskrivstovu

  • Fíggjarmálastýri

  • Veiðimálastýri

  • Vinnumálastýri

  • Mentamálastýri

  • Heilsumálastýri

Aðalstýrini skuldu skipast við at leggja deildir á Landsskrivstovuni saman við viðkomandi stovnum ella stovnspørtum. Sostatt var ætlanin, at aðalstýrini umframt at røkja stjórnarráðsuppgávur sum lógarsmíð og yvirskipaða stýring av málsøkjunum, eisini skuldu taka sær av ávísum stovnsuppgávum sum málsviðgerð og rakstri av málsøkjum. Grundgevingin var, at eitt land við so avmarkaðum tilfeingi illa hevði ráð at skipa sjálvstøðug, vælvirkandi stjórnarráð (departement). Mett varð eisini, at sum frá leið fór nýggi bygnaðurin at skapa grundarlag fyri týðandi rationaliseringum, betri samskipan og sterkari fakligum umhvørvi. Ein fyritreyt var, at skipað vórðu stjórastørv fyri alt ábyrgdarøkið hjá aðalstýrunum.

Verksetingin og broytingar fram til dagin í dag

Árini 1996-97 vórðu bygnaðarbroytingarnar framdar í verki. Fyrst varð ein løgmansstjóri settur at standa fyri íverksetanini og síðan fimm aðalstjórar, ið fingu til uppgávu at skipa einstøku aðalstýrini.

Stýrini vórðu skipað á henda hátt:

  • Løgmansskrivstovan: Varð skipað við Lógardeildini og tveimum nýggjum deildum, Nýskapanardeild og Uttanlandsdeild.

  • Fíggjarmálastýrið: Í staðin fyri at taka Toll- og skattstovu Føroya, Føroya gjaldstovu og Landsbanka Føroya inn í ráðið, sum skotið varð upp, varð avtalað við hesar stovnar at útinna ávísar uppgávur fyri aðalstýrið. Sum dømi kann nevnast, at avtalað var við Toll- og skattstovuna um at taka sær av skattalógaruppskotum og samráðingum um dupultskattaavtalur.

  • Veiðimálastýrið → Fiskimálastýrið: Onnur vinna varð liðað burtur úr Deildini fyri fiski- og aðra vinnu og løgd saman við Fiskiveiðieftirlitinum og Lønjavningargrunninum í Fiskimálastýrinum.

  • Vinnumálastýrið: Partur av Deildini fyri fiski- og aðra vinnu varð lagdur saman við Samskiftisdeildini í Tinganesi og Oljuumsitingini.

  • Mentamálastýrið → Undirvísingar- og mentamálastýrið: Skúla- og mentanardeildin í Tinganesi og Landsskúlafyrisitingin vórðu løgd saman í nýggja aðalstýrið. Landsskúlafyrisitingin hevði áður útint bæði stjórnarráðsuppgávur og stovnsuppgávur.

  • Almanna- og heilsumálastýrið: Deildin fyri Almanna- og heilsu í Tinganesi varð løgd saman við Sjúkrahússtjóraembætinum og pørtum av bókhalds-, lønar- og starvsfólkafyrisitingini hjá Almannastovuni. Harafturat vórðu útgjaldingar av ávísum veitingum á Almannastovuni tiknar inn í aðalstýrið.

Sum nevnt var upprunaliga ætlanin, at aðalstýrini skuldu taka sær av ávísum stovnsuppgávum, umframt at tey skuldu røkja stjórnarráðsuppgávur. Gongdin síðan hevur tó verið, at fleiri og fleiri stovnsuppgávur eru fluttar út aftur á stovnarnar. Sum dømi kunnu nevnast:

 

Fíggjarmálaráðið: Landsarkitektur fluttur til Landsverk. Skattalættamál flutt til Kærustovnin.

Fiskimálaráðið: Fiskiveiðieftirlitið gjørt til sjálvstøðugan stovn, sum síðan er skipaður í stovnin Vørn saman við MRCC, Tórshavnar Radio, Tilbúgvingarstovninum og Veðurtænastuni. Vørn tekur sær í dag partvíst av at avgreiða fiskiloyvi. Skipaskrásetingin er flutt til Sjóvinnustýrið, og Lønjavningarstovan er flutt til partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Vinnumálaráðið: Oljufyrisitingin fór í fyrstu atløgu í eitt serstakt oljumálaráð fyri síðan at verða flutt saman við jarðfrøðipartinum av Náttúrugripasavninum. Alifyrisitingin er eisini flutt út og er í dag á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Mentamálaráðið: Studni er gjørdur til sjálvstøðugan stovn. Fólkaskúlalærarasetanir eru lagdar til skúlastjórar.

Heilsumálaráðið: Bókhalds- og roknskaparfyrisiting og lønar- og starvsfólkafyrisiting eru fluttar aftur til sjúkrahúsverkið. Umsiting av serviðgerð uttanlands flutt til Landssjúkrahúsið. Raksturin av kommunulæknaskipanini er fluttur til Heilsutrygd.

Almannamálaráðið: Bókhalds- og roknskaparfyrisiting og lønar- og starvsfólkafyrisiting og útgjalding av ávísum almannaveitingum er fluttar aftur til Almannaverkið. Umsiting í sambandi við børn og ung, ið verða send av landinum, er flutt til Almannaverkið.

Eftir løgtingsvalið í 2002 varð heitið stýri broytt til ráð, eitt nú varð Vinnumálastýrið broytt til Vinnumálaráðið. Talið av stjórnarráðum hevur verið skiftandi. Lægsta talið er seks frá 1997-98. Hægsta talið er níggju í tíðarskeiðunum 2002-04 og 2008-11. Síðan 1997 er talið av stjórnarráðum broytt soleiðis:

Ár

Samgonga

Tal av stjórnarráðum

Ráð stovnað/niðurløgd

1997

Sambandsflokkurin Fólkaflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Verkamannafylkingin

 

6

 

1998

Fólkaflokkurin

Tjóðveldi

Sjálvstýrisflokkurin

 

6

Sjálvstýrismál sett á stovn undir Løgmansskrivstovuni.

1999

Fólkaflokkurin

Tjóðveldi

Sjálvstýrisflokkurin

 

6 → 7

Oljumálastýrið sett á stovn.

2002

Fólkaflokkurin

Tjóðveldi

Sjálvstýrisflokkurin

Miðflokkurin

 

7 → 9

Løgmálaráðið sett á stovn. Almanna- og heilsumálaráðið → Almannamálaráð og Heilsumálaráðið.

2004

Javnaðarflokkurin

Fólkaflokkurin

Sambandsflokkurin

 

9 → 7

Løgmálaráð → Innlendismálaráð. Almannamálaráð og heilsumálaráð → Almanna- og heilsumálaráðið. Oljumálaráðið avtikið.

2008

Javnaðarflokkurin

Tjóðveldi

Miðflokkurin

 

7 → 8

Uttanríkisráðið sett á stovn.

2008

Sambandsflokkurin

Fólkaflokkurin

Javnaðarflokkurin

 

8 → 9

Almanna- og heilsumálaráðið → Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið.

2011

Sambandsflokkurin

Javnaðarflokkurin

 

9

 

2011

Sambandsflokkurin

Fólkaflokkurin

Sjálvstýrisflokkurin

Miðflokkurin

 

9 → 8

Uttanríkisráðið niðurlagt.

2013

Sambandsflokkurin

Fólkaflokkurin

Miðflokkurin

 

8 → 7

Innlendismálaráðið niðurlagt

 

2015

Javnaðarflokkurin

Tjóðveldi

Framsókn

7 → 8

Samferðslumálaráðið sett á stovn