Skjaldarmerkið


Skjaldarmerkið Føroya Løgmans hevur sín uppruna í skjaldarmerki føroyinga, sum er  varðveitt á kirkjubøstólunum frá 1400-talinum.

Seglið hjá løgrættarmonnunum frá 1300-talinum er nýtt sum myndevni. Í bláum sæst ein gangandi gullvápnaður silvurveðrur. Veðrurin í skjaldarmerkinum er hábærsliga teknaður við stórum hornum og vísir eitt áleypandi djór, ið er til reiðar at verja. Litirnir eru teir somu sum í merkinum umframt gult/gull.

Skjaldarmerkið hjá løgmanni, landsstýrinum og stjórnarráðunum er vart eftir revsilógini § 132 og við altjóða sáttmálum eitt nú Parísarsáttmálanum.

Søgan hjá skjaldramerkinum
Fyrndargamla skjaldarmerki Føroya er sambært øllum heimildum ein veðrur. Veðramyndin kemur fyri fleiri ferðir í varðveittum heimildum úr miðøld og til umleið 1816. Hildið verður, at hetta merki, eins og frummerki Íslands, hevur sín uppruna í høvuðsvinnuni. Í miðøldini var, sum kunnugt, seyðahald høvuðsvinna í Føroyum. Veðrurin sæst í embætissegli løgrættumanna. Seglið hevur ikki samband við nakran einstakan persón, og kann tí sigast at vera almenna eykenni føroyinga.

Sum kunnugt eru, umframt gitnu stólavangarnar úr Kirkjubø, eisini tveir pulturvangar í hesum listarliga tilevnaða innbúgvi. Á innaru síðu á tí pulturvanga, ið hevur heitið “p”, er skorin ein vápnaskjøldur við einum veðri í. Skjøldurin við veðrinum myndar tað staðbundna verðsliga valdið og vísir, at føroyski veðrurin longu í 1400-talinum er nýttur sum heraldiskur figurur. Fornfrøðingar halda ongan iva vera um, at hetta er skjaldarmerki Føroya, tá einki her bendir á, at talan er um eitt átrúnaðarligt merki. Eykennið, sum eiga at vera á slíkari mynd, mangla, um hon skal avmynda Agnus Deus, Guðs lamb.

Í 1918 verður veðrurin partur av samansetta skjaldarmerki kongsins, og er tað framvegis í dag.

Siðurin at nýta skjaldarmerki ella vápnaskjøldur er fyrndargamal. Skjaldarmerki vórðu t.d. nýtt í grikskari og rómverskari fornøld. Vanliga verður tó hildið, at siðurin at nýta skjaldarmerki stavar frá krossferðunum umleið ár 1150, tá fúrstar og riddarar fóru at mála síni sermerki ella eyðkenni á skjøldrini. Hesin siður gjørdist av ávísum siðsøguligum orsøkum ein fastur táttur í vesturevropeiskari og norðurlendskari siðmenning.

Skjaldarmerki hava sostatt altíð havt symbolskan og søguligan týdning. Tey koma fyri alment sum merki hjá landi, landsparti, embæti ella einstaklingi og sum eyðkenni ella sum prýði í innsigli hjá landi, landsparti ella einstaklingi.

Skjaldarmerki fylgja skjaldarmerkjafrøðisligari siðvenju
Tað hevur verið siðvenja síðan miðøldina, at djór á skjaldarmerkjum ikki verða teknað beinleiðis naturalistiskt. Djórini vera myndað við skørpum konturum og eru stíliserað soleiðis, at teirra sereyðkenni koma týðiliga til sjóndar. Hettar fevnir um vápnaútgerðina hjá djórunum t.e. horn, tenn, kløur og kleyvar, hvørs stødd tað ofta tilvitað verður gjørt ov nógv burturúr. Megi og smidleiki eyðkenna góða skjaldarmerkjafrøði.
Eitt vápnadjór verður tí sum oftast avmyndað í rørslu og sær áleypandi út. Vápnafigurar við opnum kjafti skulu myndast við sjónligari tungu. Vápnafigururin skal helst fylla allan skjøldurin út t.e. myndast í heilum skapi.
Fyri at draga fram vápnaútgerðina hjá skjaldarfigurinum, fáa horn, kleyvar o.a. ofta annan lit, sum víkur burtur frá litinum á kroppinum. Grundlitirnir, ið verða nýttir innan skjaldarmerkjafrøði, eru: Gull (gult), silvur (hvítt), reytt, blátt, svart, grønt og purpur. Hvítt kann nýtast ístaðin fyri silvur og gult í staðin fyri gull, men umboða sama lit.

Gamla búmerkið
Eftir at Føroyar fingu heimastýrið í 1948, fóru løgtingið og landsstýrið at nýta eitt natúralistiskt veðrahøvd við ymiskum umskrivtum, su umboð fyri skjaldarmerkið. Føroya Landsstýri nýtti í nøkur ár eitt veðrahøvd, umgyrt av einum bandi við sloyfu í neðra. Í bandinum stendur Føroya Landsstýri ella navnið á stovni undir landsstýrinum. Merkið hevur sama skap sum merkið á teimum framíhjábrøvum, sum síðan síðst í 1800-talinum hava verið nýtt av ráðharrum, stjórnum og embætisfólki á ávísum støði.

Nýtslan av merki í hesum líki á almennum skrivum, ið umboða landsstýrið úteftir, var mett at vera skeiv. Tað kundi vera mísvísandi, at landsstýrið, hvørs virki fevnir um alt føroyska økið, nýtti veðrahøvdið, sum einans fevnir um ein part av Føroya myndarliga symboli. Harumframt fyrikemur úr gomlum heimildum einki veðrahøvd at hava verið nýtt sum skjaldarmerki føroyinga. Fyrrverandi búmerkið lýkur heldur ikki tær treytir, sum skjaldarmerkjafrøðin krevur, og varð ongantíð formliga staðfest.

Løgmansskrivstovan fekk nógvar spurningar um gamla skjaldarmerkið í sambandi við nýggju stýrisskipanarlógina og nýskipanina av miðfyrisitingini í 1996. Stig vóru síðan tikin til at gera eitt nýtt skjaldarmerki til Føroya Landsstýri. Nýggja skjaldarmerkið, ið varð tikið í nýtslu í 2003, er fingið til vega í samstarvið við danska ríkisskjalasavnið.