Løgmansembætið

Løgmansheitið er aldargamalt og hevur verið nýtt í Føroyum allar tíðir. Føroyska løgmansembætið stavar frá 13. øld, tá ið stóru rættarligu nýskipanirnar vóru í Noregi og í Føroyum.

Ovasti politiski - og fyrisitingarligi myndugleiki

Løgmansembætið fyri 1816 var nógv øðrvísi enn eftir 1948. Fyri 1816 stóð løgmaður á odda fyri dómstóli landsins, løgtinginum. Síðan 1948 hevur hann verið ovasti politiski- og fyrisitingarligi myndugleikin í Føroyum og hevur evsta útinnandi valdið á yvirtiknum málsøkjum.

Løgmaður staðfestir og kunnger uppskot til løgtingslógir, sum løgtingið hevur samtykt, og hevur í hesum sambandi eftirlit við, at samtyktirnar eru í samsvari við hægri lógarstig og millumtjóða sáttmálar.

Kann skriva út val

Løgmaður skrivar út val, áðrenn valskeiðið er runnið, og kann eisini skriva út val í úrtíð.

Løgmaður er samstundis stjórnarleiðari og hevur ábyrgd av at samskipa landsstýrisins arbeiði. Løgmaður tilnevnir landsstýrismenn, hevur eftirlit við, at landsstýrismenn umsita øki síni á lógligan og fullgóðan hátt, og kann loysa teir úr embætinum.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir Føroya løgmenn. Tó verður víst á, at óvissur eru í tíðini upp til 1531.

Føroya løgmenn:

Gilli løgmaðurNevndur í føroyingasøgu
Sjúrður løgmaður
Símun løgmaður1350
Haraldur Kálvsson1412
Jørundur Skógdrívsson1479
Tormóður Sigurðsson1531
Andras Guttormson, Kálgarði, Sumba1531-1544
Guttormur Andrasson, sonur A.G.1544-1571
Jógvan Heinason, bóndi, Lamba1572-1583
Ísakur Gottormsson, bóndi, Vági1583-1588
Pætur Jákupsson, Kirkjubø1588-1601
Tummas Símunarson, Kaldbak1601-1608
Sakaris Tórmóðarson, Eiði1608-1629
Jógvan Justinussen, Hattarvík1629-1654
Baltsar Jacobsen, útlendingur1655-1662
Jógvan Pálsson, Oyri1662-1677
Jákup Jóanson, bóndi, Dalsgarði1677-1679
Jóhan Hendrik Weyhe, útlendingur1679-1706
Sámal Pætursson, Lamba1706-1755
Hanus Jákupsson Debes, Oyri1755-1769
Thorkild Fieldsted, útlendingur1769-1772
Jacob Hveding, útlendingur1772-1786
Johan Michael Lund, útlendingur1786-1805
Jørgen Frants Hammershaimb, Tórshavn1806-1816

Í heimastýristíðini:

Andrass Samuelsen, sambandsflokkurin1948-1950undefined
Kristian Djurhuus, sambandsflokkurin1950-1959undefined
Peter Mohr Dam, javnaðarflokkurin1959-1963undefined
Hákun Djurhuus, fólkaflokkurin1963-1967undefined
Peter Mohr Dam, javnaðarflokkurin1967-1968
Kristian Djurhuus, sambandsflokkurin1968-1970
Atli P. Dam, javnaðarflokkurin1970-1981undefined
Pauli Ellefsen, sambandsflokkurin1981-1985undefined
Atli P. Dam, javnaðarflokkurin1985-1989
Jógvan Sundstein, fólkaflokkurin1989-1991undefined
Atli P. Dam, javnaðarflokkurin1991-1993
Marita Petersen, javnaðarflokkurin1993-1994undefined
Edmund Joensen, sambandsflokkurin1994-1998undefined
Anfinn Kallsberg, fólkaflokkurin1998-2004undefined
Jóannes Eidesgaard, javnaðarflokkurin2004-2008undefined
Kaj Leo Johannesen, sambandsflokkurin2008-2015

Aksel V. Johannesen, javnaðarflokkurin2015-2019 

Bárður á Steig Nielsen
2019 - 2022