Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi máli fyri

Støðulýsing viðvíkjandi lógaruppskotum í hesi tingsetu

(Løgmaður)

Upprit og uppskot til kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC í 2016

(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum) 

Upprit og uppskot til kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir grønlendskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2016

(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum) 

Upprit og uppskot til kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2016

(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum) 

Upprit og uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir undir føroyskum flaggi í 2016

(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upplýsingar um omanfyrinevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni