Landsstýrisfundir


Hesi mál eru latin Løgtigninum:

  • Uppskot til løgtingslóg um landskassatrygd fyri Oyggjaleikir í Føroyum
  • Uppskot til Eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2018 (lønarhækkingar á rakstrarjáttanum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya (konjunkturjavning, tilfeingisinntøkur og partur av minstagjaldføri landsins)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)
  • Uppskot til broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (revsilógin) (brotsverk ímóti lívi og likami, brotsverk ímóti persónliga frælsinum, ónáðir og ærumeiðing, fíggjarbrotsverk og serligar ásetingar viðvíkjandi løgfrøðiligum persónum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn (varðveiting av talgildum savnindum o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (ásetingar um sernámsfrøði, trivnaðarætlan, Førleikastovu, serligt undirvísingartilboð og dagføringar í tilvísingum í lógartekstinum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (dagstovnaráð og partvís avtøka av kærurætti)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni (atknýttur hjálparprestur ikki skyldu til kirkjuráðsarbeiði)
  • Uppskot til løgtingslóg um at umbyggja og útbyggja miðnámsskúlan á Kambsdali
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu(Atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni)
  • Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Hvalbiartunnil við tilhoyrandi vegum
  • Uppskot til samtyktar um at seta í gildi UNESCO sáttmálan um verju av siðaarvi frá 2003
  • Uppskot til løgtingslóg um djóravælferð (djóravælferðarlógin)