Landsstýrisfundir


Landsstýrið hevur í dag samtykt at lata Løgtinginum hesi uppskot:

Uppskot til løgtingslóg um at dagføra ognina Eirargarður 14/16

Uppskot til løgtingslóg um Talgildu Føroyar (keypa tænastuveitingar og tøkni til verkætlanina)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Broyting av vørunumrum og lækking av tolli)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin (Broytingar av vørunumrum)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (undantak fyri gjaldsskyldu)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Lækking í tilskotsstiganum)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Studningur til aspirantar 12. mánaðin, stuðulsupphæddir ikki javnaðar í 2017 og heimild til Studna at lata upplýsingar til TAKS)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um førleikameting (Aldursmark, starvsroyndir og kærur)

Uppskot til løgtingslóg um studning til fólkaháskúlar (siðmenning, rørsla, lækkað aldursmark og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum)

Uppskot til løgtingslóg um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning (Nágreining í lógarregluni at signa borgaraliga stovnað hjúnalag)

Uppskot til broytingar í løgtigslóg um húsarhaldsskúlar (undirvísingartilfar og matur sum partur av rakstrarútreiðslunum og aldursmark)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.

Uppskot til løgtingslóg um Fiskivinnugrunn

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 (Strika krav um veiðiloyvi)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni, hægri aldursmark fyri endurnýggjan av koyrikorti, kravd eftirútbúgving og broyttar frádømingarreglur fyri koyrilærarar og dagføring av sektarupphæddum)