Landsstýrisfundir


Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og um royndarverkætlanir og granskingarverkætlanir)
  • Uppskot til løgtingslóg um heimild til at útvega úttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús
  • Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Útbjóðingin av rakstrinum broytt frá 5 til 7 ár)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) og løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Strika toll á EL-bilum og ljóðbøkur gerast MVG-fríar)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)
  • Uppskot til løgtingslóg um heilsutænastur í nærumhvørvinum
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur
  • Uppskot til løgtingslóg um kringvarp (Lækkað kringvarpasgjald fyri fyritíðarpensjónistar, broyttar upphæddir fyri vinnuvirkir, broytt kringvarpsgjald fyri land og kommunur, prísjavnan)
  • Uppskot til løgtingslóg um nýggjan innkomuveg til Tórshavn
  • Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fjøruveg í Runavík
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (reglur um sjóuppmerking o. a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Skráseting av veruligir eigarar o.a.)