Landsstýrisfundir


Formligur landsstýrisfundur tann 27.februar 2019

Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

 

  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Burturfall av familjuískoyti, hækkað familjuískoyti í serligum førum og familjuískoyti til kvinnur, sum uppihalda sær á kreppumiðstøð)
  • Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)
  • Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót; ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til vælferðarlóg
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Røktarviðbót fellur burtur, tá endurgjald verður veitt fyri mista arbeiðsinntøku til ansaran)
  • Uppskot til løgtingslóg um Virkisskrá
  • Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreist fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi)
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven)
  • Uppskot til løgtingslóg um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð
  • Uppskot til løgtingslóg um elelektriskan útbúnað elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin)
  • Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan
  • Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja ítróttaháskúla í Suðuroy
  • Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík
  • Uppskot til løgtingslóg um fimta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), løgtingslóg um broyting í løgtingslóg í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) (Striking av handahavapartabrøvum og tøkniligar rættingar)
  • Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum)
  • Uppskot til løgtingslóg um kóp (Kópalógin)