Landsstýrisfundir


Hesi uppskot eru latin Løgtinginum:

 

·         Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga bústaðir)

 

·         Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

 

·         Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information

 

·         Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

 

·         Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)

 

·         Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, ættarliðsskifti, meting av inntøku og sektir o.a.)

·         Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, eftirlønargjald o.a.)

·         Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði verða lagdar til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita)

·         Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, frágreiðing landanna millum o.a.)

·         Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanleggin o.a. (Endurskoðan)

·         Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving (Heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving)