Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag er samtykt at lata Løgtinginum hesi uppskot:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Privat samdøgursrøkt o.a.)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Stuðul til meirútreiðslur til umhvørvisgjald o.a.) 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Stuðul til fyriskipan uttanlands og lønarískoyti til tillagað starv)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (fyritíðarpensjónistar) 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Sjálvboðin trygging, persónsskaði og gjald) 

Uppskot til løgtingslóg um talgildar rokningar

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild til fígging av bústaðarbygging) 

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af Sundhedsloven og

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed

Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung (Heimild hjá heilsufrøðingum at heilsukanna børn og ung, tá skúlatíðin byrjar og endar)

Uppskot til broyting í løgtingslóg um jarðhitaskipanir (El riknar hitapumpuskipanir)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymiskum lógum á málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti (Myndugleikaflyting vegna yvirtøku av málsøkinum)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Landsskjalasavn (Varðveiting av talgildum savnindum o.a)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum persóns-, húsfólka- og arvarætti)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Kanning av vanlukkum á sjónum)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin) (Undantaka smærri føroysk handilsskip frá loðsskyldu)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Um innflutning av ethanoli til rúsdrekkaframleiðslu o.a.)

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringslove til lov om luftfart

Uppskot til løgtingslóg um filmshús