Landsstýrisfundir


Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn (Sambýlið á Mýrini í Hoyvík)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Setan av av stýri, heimild at útvega lutaíbúðir, heimild at veita ráðgeving um alternativar byggihættir, økt lánsheimild til bústaðabygging, heimild at áseta reglur um partafelag o.a.)
  • Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tunlar norður um Fjall við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin frá 252 mió. kr. til 522 mió. kr.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Leingja heimildina at fáa meirvirðisgjald endurrindað í sambandi við bygging ella umbygging av ávísum leigubústøðum, keyp av ávikavist orkuvinarligum motorakførum og elriknum hitapumpuskipanum og dagføring av reglunum um leigubilar)
  • Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Lækka virðisavgjaldið fyri persónbilar við hybrid tøkni og persónbilar við plugin-hybrid tøkni, rokna skrásetingargjaldið á innfluttum brúktum motorakførum við støði í keypsprísinum, frítaka flytigóðsmotorakfør frá skrásetingargjaldi, stytta tíðarskeiðið fyri undantøku av virðisavgjaldi hjá hýru- ella skúlavognum og leingja undantøkuna fyri at rinda virðisavgjald fyri motorakfør, sum bara nýta ravmagn ella vetni til framdrift)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroya (Leingjan av tíðarskeiðnum, ið ferðandi skulu rinda avgjald við komu til Føroya)