Landsstýrisfundir


Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar forslag til Lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om retsafgifter (Følgeændringer i forbindelse med ikraftsættelse af ændringsanordning om konkursloven)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin)(Samtykkigrundað neyðtøka)
  • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2022
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Realkreditstovn (Realin) (Dagføringar av endamáli, leiðslu, ogn, skuldarmørkum, útláni, striking av skuld, eftirlit o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)(Fólkaflutningur, ferðaleiðarar o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumenn landsins(fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum hækkar úr 70 árum upp í 72 ár o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir(Aldurin, tá ið tænastumaður kann fara úr starvi við eftirløn hækkar úr 60 árum upp í 62 ár, o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum (Hækka játtanarkarmin)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum(Broyta ásetingar um meting av upprunavirðinum og útvegan av skjalprógvi)
  • Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi (Skattafyrisitingarlógin)
  • Uppskot til løgtingslóg um at endurnýggja asfaltverk og skervverk hjá Landsverki
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum (Nágreining av uppgerðini fyri skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum)
  • Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur(Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við, at barn doyr, stuðul til sjúkuútreiðslur hjá persónum, ið eru í sambandi við sjúkuviðgerð og javning)
  • Uppskot til løgtingslóg um løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)(Umlegging av nøgdum latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir til egnar árskvotur og at lata kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir fylgja við, tá ið fiskifar verður skift út).
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 2 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed og lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og forskellige andre love og § 20 i lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, hvidvaskloven, lov om forvaltere af alternative investeringsfonde m.v. og forskellige andre love
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af § 30 i lov om ændring af konkursloven og forskellige andre love (Rekonstruktion m.v.),
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring (Heimild at tilnevna Brúkaraumboðið sum bólkaumboð í bólkarættarmálum)
  • Uppskot til løgtingslóg um at taka festið Heygsgarð úr festiskipanini
  • Uppskot til løgtingslóg um mát og vekt
  • Uppskot til løgtingslóg um innflutning, nýtslu og góðskutryggjan av medisinskari útgerð
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing (Striking av friðingarheimildum o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd (Náttúruverndarlógin)
  • Uppskot til løgtingslóg um Fólkaheilsustýrið
  • Uppskot til løgtingslóg um at umvæla og umbyggja gomlu læknahúsini, tað gula húsið, til fyrisitingarbygning o.a. hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi
  • Uppskot til løgtingslóg um at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til vegleiðing í H-bygninginum
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Limatalið í Sjúklingaráðnum verður lækkað úr 9 limum niður í 5 limir og ásett verður meira greitt, hvørjar uppgávur og skyldur Sjúklingaráðið hevur)
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan(Áseting um KT-skipanir, KT-útgerð, netsamband og dátutrygd)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirskúlar (Broytingar um krav til samlað næmingatal, freist at boða frá næmingatali og at rokna rakstrarstuðul)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar (Stuðul fyri leigukostnað, áseta reglur um ferðastuðul og broyta tíðarfreist fyri at boða frá næmingatali)
  • Uppskot til løgtingslóg um triðja byggistig í umbygging og útbygging av miðnámsskúlanum á Kambsdali