Landsstýrisfundir


Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í samband við umskipan av Føroya Kærustovni (Avtøka av Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndini og Kærunevndini hjá Studna o.a.
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikraftræden for Færøerne af visse ændringer i konkursloven m.v. (Endurskipan, trotabúsbann og nútímansgerð av trotabúsviðgerð)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (Tinglýsing av skjølum í persónbókini sbrt. ásetingum í aðrari lóggávu enn løgtingslóg um tinglýsing o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Broyting í útrokning av javningarprosenti)
  • Uppskot til løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningslógin), løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum (Nágreining av galdandi reglum um negativa rentu)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Veiðiloyvi, brúksskylda, leingja gildistíðina á rættindum, flyta ófiskaðar kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2021 til 2022 og eigaraviðurskifti í føroyskum deksbátum)