Landsstýrisfundir


Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Um kynsliga avnoyðslu og lokking)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Broyting í brúkstreytini fyri at avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur, broyting í brúksskylduni á veiðiloyvi, fiskiloyvi, egnar fiskidagar og egnar kvotur, og broytt áseting um gildiskomu)
  • Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum (Hækka játtan og leingja sólseturáseting)
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og om ophævelse af lov om finansiel stabilitet
  • Uppskot til løgtingslóg Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Orkuískoyti til húski í 2024, 2025 og 2026)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av punktgjøldum á brennievni og broyting av heiti)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av brennioljugjaldinum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um endurgjald til kommunur vegna frádráttir og serskattaskipanir (Skattaumskipan 2024 og 2025, tillaging av endurgjaldi til kommunurnar vegna stigvísa minking av fiskiveiðifrádráttinum og avtøka av uttanlandsfrádráttinum
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, javning av skattastiganum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýggj vørunummur fyri f-gass og ávísar rættingar í toll- og vøruskránni)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum og avtøka av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Avgjøld á f-gass og ávísar rættingar í vørunumrum og øðrum)