Landsstýrisfundir


Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Javning av upphæddum og ferðaútreiðslur í sambandi við samveru)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Broyting í heitinum, innsetan av veitingum og tekniskar broytingar)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Heimild at leggja tilmæli fyri tvingsilsnevnd um tryggjaðar búfyrskipanir til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og heimild til tvingsilsnevndina at áseta gildistíð fyri tryggjaðar búfyriskipanir)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyting av allýsingini av lendisakførum, atgongd til upplýsingar úr Akfarsskránni, umbýtan av bretskum koyrikorti til føroyskt koyrikort, broyting í heimildunum hjá landsstýrismanninum viðvíkjandi tryggingarskyldu og broyting í ásetingunum um gjøld fyri skoðan)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Fylgibroyting orsakað av broytingum í almannalóggávuni o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattlig javnseting av persónum við framskundaðari pensjón og fyritíðarpensjón o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Fiskidagaskipanin, leingja um gildistíðina á rættindum, føroyskir smábátar, tillagingar og fylgibroytingar)
  • Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed (Ændringer af kriterier for SIFI-udpegning på Færøerne)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, hækking av arbeiðsloysisstuðli, eftirlønargjald o.a.)