Landsstýrisfundir


Formligur landsstýrisfundur 29. september 2020

Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2021
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (fíggjarliga heimildin til at gera antikvariska serskipan í Koltri verður longd til 2025)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leinging av rættinum til barsilspening, hækkan av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (§ 6 um eftirbataheim verður strikað, hækkan av heilsutrygdargjaldið úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting av § 10 um hjálparráð)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar(útsetan av javning)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)
  • Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin
  • Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Noregs Kongsríkis hinumegin