Landsstýrisfundir


Formligur landsstýrisfundur 28. mars 2023

Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til løgtingslóg um ókeypis at avhenda ymiskt tilfar til P/F Suðuroyartunnilin
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum  (Yvirtøka av málsøkjunum sjóuppmerking og vitaverk)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aftubering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum
  • Uppskot til samtyktar um at seta í gildi UNESCO-sáttmála frá 20. oktober 2005 um at verja og fremja margfeldi í mentanarligum úttrykki
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin) (Ígildissetan av 4. og 5. hvítvaskdirektivi o.a.)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyri heimaflotan)