Landsstýrisfundir


Hesi mál vórðu latin Løgtinginum:

  • Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om luftfart
  • Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 2021
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur (Samferðslupakkin. Avtøka av ferðastuðli gjøgnum undirsjóvartunlar, broytt áseting um stytstu farleið og áseting um, at søkt verður talgilt)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi (Samferðslupakkin. Hækking av avgjaldi á bensin og dieselolju)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (Samferðslupakkin. Hækking av veggjaldinum og umhvørvisgjaldinum)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju (Samferðslupakkin. Hækking av avgjaldi á brenniolju, fuelolju - eisini nevnd tungolja)
  • Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika verður sett niður til 13 ár, og áseting um gjald fyri geyma verður nágreinað)