Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál viðgjørd:

Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit um at endurskoða og dagføra lóg um sterkstreymsútbúnað
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit um at broyta § 4 í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul
(landsstýrismaðurin í almannamálum)

Upprit og uppskot um kunngerðir og broytingarí kunngerðum í samband við broytingar í ferðslulógini
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um alment kunngerðarblað
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Uppskot um broyting í kunngerð um kavaraskúlar, kavaraskeið og góðkenda kavaraútbúgving
(landsstýrismaðurinn í vinnumálum)

Uppskot til kunngerð um royndartøku og greingingarhættir, ið skulu nýtast í samband við alment eftirlit við ávísum dálkandi evnum í matvørum
(landsstýrismaðurinn í vinnumálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá avvarðandi landsstýrisfólki ella løgmanni.