Landsstýrisfundir


undefined

Á landsstýrisfundi í dag vórðu m.a. hesi mál løgd fyri:

Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um marknaðarføring
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot viðvíkjandi kapitalviðurskiftum hjá Lív
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og fylgibroytingar í øðrum lógum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit um at útvega landskassanum neyðugt gjaldføri
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit um at gera broytingar í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. og løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit um at gera broytingar í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit um at broyta forsorgarlógina og løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
(Landsstýriskvinnnan í almannamálum)

Upprit um at broyta forsorgarlógina
(Landsstýriskvinnnan í almannamálum)

Upprit og uppskot um broytingar í kunngerð um heima- og sjúkraundirvísing
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)

Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrisfólk.