Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi mál fyri:

Uppskot til ríkislógartilmæli um gildiskomu í Føroyum av eini røð av lógarbroytingum viðvíkjandi donskum tænastumonnum
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Uppskot til løgtingslóg at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar ávikavist Aruba, Jomfrúoyggjarnar, Cayman Islands og Niðurlendsku Antillurnar
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit um at broyta fólkaskúlalógina
(landsstýriskvinan í mentamálum)

Uppskot til løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upprit um at seta í gildi fyri Føroyar lov nr. 97 af 31. Marts 1953 om brug m.v. af radioaktive stoffer
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Upprit um skiftið frá ES-skipanini á útlendingaøkinum til vanliga viðgerð eftir útlendingalógini
(landsstýriskvinnan í innlendismálum)

Upprit um at skapa vøkstur og virksemi
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot um kunngerð um gjald og útgjald til arbeiðamarknaðareftirlønargrunnin
(landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot um broyting í kunngerð um umsiting og virksemi hjá Vinnuframagrunninum
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot um kunngerð um fyrisiting av skipaskrásetingini
(landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit og uppskot um kunngerð um broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
(landsstýrismaðurin í heilsumálum)


Upplýsingar um málini omanfyri kunnu fáast við at venda sær til avvarðandi landsstýrisfólk ella løgmann.