Landsstýrisfundir


14-10-2014 | Á landsstýrisfundi í dag vóru hesi mál fyri:

Landsstýrisfundur mánadagin 14. oktober 2014

Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri:

Upprit og uppskot til løgtingslóg um tinglýsingaravgjald

(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot til ríkislógartilmæli um at broyta loftferðslulógina + fylgiskjøl

(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)        

                                                                                                            

Upprit og uppskot til broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing + fylgiskjøl                    

(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

                     

Upprit og uppskot um broyting í løgtingslóg um at leggja virksemið hjá Postverk Føroya í P/F Postverk Føroya sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 16. mai 2006

(Landsstýrismaðurin í Vinnumálum)

Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almanna forsorg (Fíggjarligur stuðul, virknistænasta, vardar bústaðir o.a.) + javntekstur

Landsstýriskvinnan í almannamálum)

                                                                                      

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar

(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

                                                                                                                                                                             

Upprit um at broyting verður framd í løgtingslóg nr. 19 um heimatænastu, eldrarøkt, v.m., so kommunur fáa heimild til at innheinta inntøkuupplýsingar beinleiðis frá Taks og uppskot til lógarbroyting í § 18 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

(Landsstýriskvinnan í almannamálum)    

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni